Úr gamla Sovjet til Føroyar at búgva

Úrmælingurin, Katja Volovelskaja, býr og virkar í Føroyum, men á Rás2 í dag fer hon at greiða frá, hvussu tað var at vera barn og ung í gamla Sovjettsamveldinum

Nógvir føroyingar leita sær uttanlands at læra og arbeiða. Men tað hendir seg eisini meiri enn so, at Føroyar gagn og nyttu av nøkrum útlendingum, sum koma til Føroya at búgva og arbeiða.


Í kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag, hittir Óli Breckmann ein teirra.


Tað er russiska Katja Volovelskaja, sum er úrmælingur millum altjóða floytuleikarar. Hon hevur búð í Havn í nøkur ár, tosar væl føroyskt og hevur undirvíst í  tónleiki kring landið sum partur av Musikkskúlanum og Føroya Symfoniorkestri.


- Katja vaks upp heima hjá foreldrum sínum, sum eisini vóru tónleikarar, í Leningrad í kommunistisku tíðini.

Eftir at Jarntjaldið var burtur, og kommunisman í Sovjet fokin, slapp Katja uttanlands at læra víðari í Týskalandi og síðan í Noregi. Haðani kom hon til Føroya og hevur búð her síðan.


- Hendan russiska kvinnan kennir nógv fólk í Føroyum gjøgnum sítt arbeiði sum yrkisleikari á floytu og undirvísari í hesum ljóðføri, sigur Óli Breckmann.


Katja hevur eisini verið ferðaleiðari hjá føroyskum ferðaløgum, eitt nú Havnar Manskóri, á teirra vitjan og konsertferð í St. Pætursborg, sum fekk navnið Leningrad eftir kommunistisku kollveltingina í 1917.

Í kjaksendingini greiðir Katja Volovelskeja frá, hvussu tað var at vaksa upp í gamla Sovjet, har kommunistaflokkurin ráddi øllum, loyniløgreglan, KGB lurtaði eftir øllum og eygleiddi alt, planbúskapurin avmarkaði vøruútboðið.

 

Men hon greiðir eisini hvussu børn og ung við serligum gávum og/ella góðum sambandi kundu koma sær fram.


Tá ið Katja var barn, varð lagt niður í hana, at skuldi hon fáa eitt gott og ríkt lív, mátti hon arbeiða hart fyri at gerast dugnalig og hava uppiborið eitt gott starv og gott lív.


- Men so bleiv Gorbatjov  politiskur leiðari í Sovjet, Glasnost og Peristroika kollrendu búskap og samfelag, og til síðst fór Sovjetsamveldið í upploysn.

 

Tað er hendan søgan, sum Katja fer at greiða frá á Rás2 klokkan 16 seinnapartin í dag.

 

Á myndini er hon við føroyskum ferðalagi í St. Pætursborg.