Úr Gundadali og til Albania

Um tvær vikur skulu meistararnir í HB spæla í Durrës í Albania

Niko Dovana Stadium Mynd: Wikipedia

Tað var ætlanin, at HB í europeisku meistarakappingini skuldi spæla á heimavølli.

 

Tað varð av ongum, tí UEFA metti koronastøðuna í Føroyum at vera ov tyngjandi.

 

Nú er tað greitt, at HB heldur enn at spæla í Gundadali í aðru viku skal at ferðast, og at leiðin gongur suður til Adriatarhavið og Albania.

 

HB heimasíðan veit at siga, at hálvfinalan verður spæld týskvøldið 22. juni klokkan 20 lokala tíð, sum er klokkan 19 føroyska tíð á Niko Dovana Stadium í býnum Durrës.

 

Um tað eydnast HB at vinna seg víðari úr hálvfinaluni, so fara føroysku meistararnir at spæla finalu fríggjakvøldið 25. juni. Finalan verður á Elbasan Arena í Elbasan.

 

Niko Dovana Stadium Mynd: Wikipedia