Úr Hong Kong á ólavsøku

Summi ferðast langt fyri at koma á ólavsøku, men so eru tað eisini tey, ið ferðast øgiliga langt fyri tað sama.

Lem Wah og Ho Cum úr Hong Kong komu í gjár við flogfari til Føroya.

 

- Eg havi sæð eitt sindur um Føroyar í ferðabókum, og eg gjørdist forvitin um hetta landið, og so fekk eg bara hugin at koma higar, sigur Lem Wah um, hví tey eru komin alla ta longu leið úr Hong Kong henda vegin.

 

Tað er ein heilt serlig orsøk, at Lem Wah og Ho Cum kenna til Føroya.

 

- Mær dámar øgiliga væl fótbólt, og eg havi fylgt við í kvalifikatiónsdystunum, og so legði eg merki til Føroya, sigur Lem Wah.

 

Lem Wah og Ho Cum skulu vera í Føroyum í fimm dagar.

 

- Fyrst skulu vit vera fimm dagar her í Føroyum, og aftaná tað fara vit til Danmarkar í fimm dagar, sigur Ho Cum, sum tó leggur herðslu á, at Føroyar er høvuðsmálið á túrinum.

 

Tað kundi kanska hugsast, at Lem Wah og Ho Cum, hava planlagt at koma henda vegin nú til tjóðarhátíð okkara. Men so er ikki.

 

- Tá vit komu til Havnar, løgdu vit merki til, at so mong vóru í føroyskum klæðum. Síðani hoyrdu vit, at tjóðarhátíð føroyingra var júst nú, sigur Ho Cum, ið er fegin um at fáa møguleikan at vera her hesar dagarnar.

 

Hóast tey ikki hava verið leingi í Føroyum, hava tey longu eina meining um Føroyar og føroyingar.

 

- Hetta er eitt ógvuliga vakurt og friðarligt stað, og føroyingar tykjast at vera ógvuliga glaðir og vinarligir, sigur Lem Wah, sum saman við unnustu sínari fer at njóta tjóðarhátíð okkara restina av degnum.