Fyri meg er avgerandi, at kvinnan undir tryggum umstøðum fær tann sjálvsagda rættin til at ráða yvir egnum kroppi. Tað er ein avgerð, sum kvinnan er best før fyri at taka. Hetta haldi eg vera so grundleggjandi, at eg vil gera mítt fyri, at málið verður samtykt.
Í gjárkvøldið bað eg løgmann um at loysa meg úr starvinum sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum, so eg aftur kundi taka sæti í Løgtinginum í dag.
Avgerðina havi eg tikið, tí eg haldi tað vera mína skyldu at vera við til at dagføra eina ótíðarhóskandi lóg, so avgerðarrætturin verður fluttur frá læknanum yvir til kvinnuna. Eg kann snøgt sagt ikki standa uttanfyri og hyggja at og vita, at tað er vandi fyri, at uppskotið fellur.
Eg eri takksom fyri stóra álitið, sum er víst mær hesar 13 mánaðirnar, sum mær untist at vera landsstýriskvinna, og eg takki øllum samstarvsfeløgum fyri gott samstarv. Eg havi heilhugað røkt starvið sum landsstýriskvinna í heilsumálum, og eg eri fegin um, at løgmaður enn einaferð vísti mær álit við at velja meg sum landsstýriskvinnu í barna- og útbúgvingarmálum.
Nú fari eg aftur í Løgtingið fyri at standa undir liðini á øllum teimum, sum í mong áratíggju hava stríðst fyri og framvegis stríðast fyri, at kvinnan skal fáa ræðisrætt yvir egnum kroppi.
Mínar formøður vóru sannar gerandishetjur, sum eg hava stóra virðing fyri og eri errin av. Tær arbeiddu í fiski á Tvøroyri og vóru við til at stovna Fiskepigernens Fagforening. Tær vóru undangongukvinnur og høvdu dirvi til at blanda seg, og tað var ikki uttan persónligar avleiðingar, at kvinnur og menn tá í tíðini blandaðu seg í fakfelagsarbeiði.
Soleiðis stríðast eisini mínar døtur og teirra ættarlið, og tey skilja ikki, hví ein so einføld avgerð, sum at geva kvinnum rætt til at velja, enn ikki er tikin.
Eg havi valt at bjóða meg fram í politikki fyri at gera mun. Í dag fari eg at vísa føroyskum kvinnum ta virðing og tað álit, sum tær hava uppiborið. Eg vil vera við til at taka ábyrgd av veruleikanum ístaðin fyri at lata eyguni aftur.
Kvinnur skulu hava rætt at velja sjálvar.
Súsanna Bertholdsen










