Í næstu viku kemur ein bólkur av embætismonnum úr Palestina og ein japanskum serfrøðingi frá JICA(Japan International Co-operation Agency)og Tommy Petersen, seniorráðgevara hjá DANIDA og Palestinensku stjórnini, til Føroyar at vitja.
Ferðin er ein kanningarferð at kunna seg um skattaskipanina í Føroyum, og hvussu skattainntøkurnar eru býttar millum land og kommunur.
Tommy Petersen sigur, at stjórnin á Palsetina er farin undir at byggja upp eina sjálvstøðuga skattaumsiting.
Endamálið er at økja um inntøkurnar hjá tí almenna fyri at kunna veita borgarunum grundleggjandi tænastur, frá bæði kommunum og landi.
- Vitjanin er fingin í lag sum partur av menningarsamstarvi Føroya. Landsstýrið kann hava menningarsamstarv við stjórnir í menningarlondum, og samstarvið kann fevna um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er at skipa haldgóða fyrisiting og at tryggja sosial framstig.
- Føroyar eru í hesum sambandi áhugaverdar, m.a. tí umsitingin her longu hevur verið fyri samanleggingum av ymsum stovnum sum fyrr hvør sær kravdu inn skatt og almenn gjøld, sum MVG og toll.
Eisini verdur skattaskipanin í Føroyum í altjóða høpi mett at verda frammarlaga tøkniliga og einfald uppbygt.
Vitjað verdur í Fíggjarmálaráðnum, hjá TAKS og Kommunufelagnum har starvsfólk fara at greiða frá føroysku skipanini.
Eisini verdur vitjað í trimum ymiskum kommunum, Tórshavn, Klaksvík og í Hvannasundu fyri at kunna seg um teirra sjónarmið sjónarmið um skattaskipanina, og hvussu teirra lutur er í skipanini.
Hesar vitjanir eru eisini ætlaðar at lýsa hvussu kommunali parturin av skattagjaldinum verdur nýttur at lata borgarum í kommunum almennar tænastur.
Við á Føroyaferðini eru: Tommy Petersen, seniorráðgevi hjá DANIDA M. Nofal, aðalstjóri í palestinensisku skattastýrinum I.Akel, aðalskrivari APLA, sum er Kommunufelagið í Palestina H. Al Jaloudi,skrivstovustjóri, altjóða deildin í fíggjarmálaráðnum í Palestina G. Daraghmeh,skrivstovustjóri í Kommunumálaráðnum í Palestina J. Koki, serfrøðingur, JICA
|