Úr Vestmanna til Vestmannaoyggjarnar

ÍBV fær tilgongd enn einum føroyskum hondbóltsspælara

Ingibjørg Olsen, sum verður 21 í komandi mánaði, skiftur til ÍBV í Íslandi. Hon hevur spælt við VÍF og er av kendari hondbóltsfamilju í Vestamanna. Hon hevur verið ein partur av VÍF-liðnum seinnu árini, men er nú flutt til Íslands.

 

Tað boðar ÍBV frá á Facebook, har felagið eisini vísur á, at Ingibjørg er unnustan hjá Dánjali Ragnarssyni, ið skifti frá Neistanum til besta mansliði hjá ÍBV. Sum skilst á uppslagnum, so er Ingibjørg Olsen ætlað at spæla á vinstra vonginum.

 

Seinnu árini eru fleiri føroyskir spælararnar farin til íslendskan hondbólt. Bæði kvinnur og menn.