Uran horvið úr Svøríki

Amerikanska fregnartænastan CIA ber ótta fyri, at yvirgangsmenn kunnu hava fingið fatur á urani, sum er horvið úr einari goymslu í Svøríki

Tað vóru svenskir myndugleikar, sum longu í fjør fingu illgruna um, at uran var horvið úr einari goymslu hjá fyritøkuni Ranstad Mineral, og í oktober vóru nakrir embætismenn hjá CIA í Stockholm, har teir vórðu kunnaðir um illgrunan, skrivar svenska blaðið Expressen.

Ein embætismaður hjá CIA sigur við blaðið, at Ranstad Mineral hevur lært nakrar sýrialendskar kjarnorkugranskarar, hvussu uran skal handfarast, og at svenska fyritøkan hevur selt Sýrialandi ymsa kjarnorkuútgerð. Talan var millum annað um útgerð til at viðgera geiðslavirkin evni, sigur embætismaðurin.

-Hevur fyritøkan selt sýrialendingum geiðslavirkin evni ella aðra útgerð til kjarnorkuendamál, er hetta eitt sera álvarssamt mál, sigur CIA-embætismaðurin við Expressen.

Blaðið veit at siga, at svensku myndugleikarnir rannsakaðu hølini hjá Ranstad Mineral, stutt eftir at CIA-umboðini høvdu verið í Stockholm, og at fyritøkan bleiv stongd orsakað av vantandi trygdartiltøkum. Deildarleiðarin í svenska trygdarverkinum, Carl Magnus Larsson, váttar hesi tíðindini fyri Expressen. Hann sigur, at trygdarviðurskiftini á Ranstad Mineral vóru út av lagi vánalig.