Urguleikarafelagið fimm ár

Urguleikarafelagið bleiv stovnað fyri 5 árum síðani. Í tí sambandi hevur felagið í dag sent út eitt tíðindaskriv, eitt slag av statusrapport, sum tekur saman um

Endamálið við Urguleikarafelagið byrjaði sítt arbeiði við at gera uppskot um gjald til urguleikarar. Hetta uppskot bleiv sent Mentamálaráðnum, men hevur felagið einki frætt síðani. Felagið fer í komandi ári at biðja um ein fund við kirkjuráðini, har hugt verður eftir starvslýsingum fyri urguleikarar. Urguleikarafelagið fer at heita á kirkjuráð við størri kirkjum, um at gera sáttmála við sínar urguleikarar. Arbeiðið, at kanna møguleikarnar fyri at taka urguleikaraprógv í Føroyum á ymiskum stigum, er í gongd. Vit miðja ímóti, at flestu urguleikarar í Føroyum um eini 2-3 ár hava tikið eitt urguleikaraprógv á grundstigi, skrivar Urguleikarafelagið millum annað í tíðindaskrivi.