Uriah Heep sangari deyður

John Lawton, sum hevur spælt saman við føroyskum bólki, er farin

Bretski rocksangarin John Lawton er deyður 74 ára gamal.

 

John Lawton er best kendur sum sangari á trimum útgávum hjá Uriah Heep í sjeyti árunum – Firefly, Innocent Victim og Fallen Angel. Hann hevur eisini givið tónleik út sum solistur og í øðrum bólkum – eitt nú Les Humphries Singers.

 

Uriah Heep skrivar í einari fráboðan, at John Lawton doyði brádliga, og hann hevði ikki verið sjúkur upp undir deyðan. Í næstum verður privat jarðarferð hildin.

 

John Lawton hevur vitjað her í Føroyum og framført Uriah Heep sangir saman við føroyska bólkinum Deiggj.

 

Á myndini sæst John Lawton saman við manningini í Deiggj. John Lawton er í hvítari skjúrtu.