Í Fløtugerði í Fuglafirði hittast ÍF og EB/Streymur klokkan 15.
Sum tað var skrivað fyrr í dag, so var ivasamt, um fremstu álopsspælararnir hjá ÍF fóru at vera tøkur.
Nú er tað greitt, at Filip Djordjevic ikki er á listanum. Hann er burturstaddur.
Uros Stojanov er so mikið darvaður av skaða, at hann er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum, men tað er ivasamt, um hann er førur fyri at hava nakran leiklut á vøllinum.
Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen eru báðir á beinkinum hjá EB/Streymi.