Tá ið Skála flutti niður, var tað greitt, at álopsspælarin Uros Stojanov fór at skifta felag.
Nú er tað greitt, at Uros Stojanov framvegis fer at spæla í bestu føroysku deildini.
07 Vestur boðar í morgun frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Uros Stojanov.
Felagið í Vágum sigur, at ein av stóru avbjóðingunum hjá felagnum hevur verið at umseta møguleikar eftir innlegg til mál.
-Vit vænta, at Uros Stojanov hevur dygdirnar, sum skulu til fyri at fáa størri nyttu úr innleggunum, enn vit higartil hava fingið, sigur 07 Vestur.
07 Vestur, sum í ár endaði á sjeynda plássi, er av álvara farið at fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Síðstu dagarnar hevur felagið skrivað undir sáttmálar við eitt nú miðverjan Daniel Obbekjær, vongverjan Mathias Voss og framrættaða Jasper Van Der Heyden umframt fleiri lokalar spælarar – millum aðrar liðformannin Høgna Egilstoft Nielsen.
Sambært faroesoccer.com hevur 33 ára gamli Uros Stojanov úr Serbia spælt 73 dystir og skorað 37 mál í bestu landskappingini, síðani hann í 2020 fór at spæla við ÍF. Hann var í Fuglafirði fram til á sumri í 2021, tá ið hann fór at spæla við B36, og í summar flutti hann úr B36 og á Skála.