Uros spælir ikki aftur í fyrri hálvu

Betri deildin menn: Uros Stojanov hevur fingið ein skaða og spælir ikki aftur fyrr enn í seinnu hálvu

Serbiski áleyparin hjá 07 Vestur, Uros Stojanov, spælir ikki aftur í fyrru hálvu. Hann fór av vøllinum í yvirtíðini móti ÍF í 12. umfari tann 4. juni. Hann hevur ikki spælt síðani og verður heldur ikki við tveir teir seinastu dystirnar.

 

Tað vóru boðini av Dungasandi undan landskappingardystinum móti HB. Ein dystur, sum 07 Vestur vann 2-1. Liðini møtast aftur mikukvøldið á Dungasandi. Tá er tað fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Uros Stojanov hevur í ár spælt 13 dystir í Betri deildini og kappingini um Løgmanssteypið og skotið sjey mál. Avloysarin hjá honum hevur verið 22 ára gamli Oddur í Haraldsstovu Petersen, sum hevur spælt 13 dystir í Betri deildini og skorað trý mál.

 

Fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum 07 Vestur og HB verður mikukvøldið klokkan 18.30.