Úrslit frá fólkateljingini klár

Tíðindafundur var í dag, har úrslit frá fólkateljingini, sum var byrjað 11.11.11, vórðu løgd fram

Á heimasíðuni hjá Hagstovuni ber nú til at finna 245 talvur, sum kunnu setast saman á ymsan hátt.

Tøl um føroyingar í øllum hugsandi samansetingum kunnu finnast við at fara inn á heimasíðuna og seta tey saman frá talvum, sum eru til taks.

Vónandi verður hetta brúkt til undirvísing, gransking og upplýsing til øll tey, sum hava áhuga, segði Øssur Winthereig, sum legði úrslitini fram.

Kanningin var sett í verk tann 11.11.11 tá 200 teljarar fóru út við spurnarblaðið til øll húskið í Føroyum.

Løgtingið játtaði 15 milliónir krónur til teljingina, sum skuldi vera liðug fyri 6 mánaðum síðani. Men tað er vanligt at ein tílík teljing tekur nøkur ár, sigur Sigurd Poulsen, stjóri á Hagstovuni.


Úrsltini á teljingini eru ikki øll liðugt. Tøl um pendling, útbúgvingar/vinnugreinar og  inntøkur er ikki við.


Tøl viðvíkjandi pendling til og frá starvið kemur væntandi áðrenn summarferiuna, og hini bæði koma til heystar, sigur Sigurd Poulsen.

Orsøkin til, at Hagstovan valdi at leggja ein part av úrslitunum fram nú er, at tøluni ikki skuldu blíva ov gomul, sigur Sigurd Poulsen.


Til ber at venda sær til Manntal, um samansetingar av tølum ynskjast, sum ikki bera til at gera sjálvur við teimum talvum, sum eru til taks.

- Vit ynskja at vera sera tænastu tilvitaði hesum viðvíkjandi - tað eru brúktar 15 milliónur krónur til hetta, og fólk skulu hava nakað aftur, sigur Øssur Winthereig.

Hann var í Rásarúminum klokkan 12.00 og tosaði við Leo Poulsen.  Hoyr samrøðuna við at klikkja á pílin undir mynduni.