Tað gongur sum eftir ánni hjá NSÍ. Á eystara armi á Skálafjørðinum vita teir, at kappingarárið er langt, og at royndirnar siga, at tað væl kann steðga upp hjá liði, sum fyrsta partin av kappingini hevur havt fitt av undanvindi.
Teir fegnast sjálvandi um oddasessin, og tað verður ikki tosað um gull, men gongdin er merkisverd. Tá ið NSÍ í 2007 vann fyrsta og higartil einasta FM heitið, var NSÍ eftir seks umfør á triðja plássi við tólv stigum. Nú seks umfør eru farin av hesum kappingarárinum hevur NSÍ 15 stig!
-Eg kann ikki annað enn vera nøgdur við avrikini higartil. Talan er um liðavrik, spælararnir arbeiða nógv og miðvíst, og teir halda seg til avtalurnar, sum vit hava. Burtursæð frá Jens Joensen, so eru allir menninir tøkir, og so ræður um hjá mær at finna røttu samansetingina til ymisku mótstøðuliðini, sigur Trygvi Mortensen.
Jens Joensen er framvegis skaddur, meðan Árni Frederiksberg er tøkur aftur eftir at hava verið darvaður av skaða.
AB er í góðveðrinum á veg til Runavíkar, og úrtøkan hjá argjamonnum hevur higartil verið so nógv lakari, enn hon hevur verið tað hjá NSÍ. Ætlanin og málið hjá AB var undan kappingarbyrjan at sleppa undan at stríðast við niðurflytingarstrikuna, sum AB øll árini í styttri ella longri tíð hevur verið heft at. Tí var vónbrotið stórt eftir greiða tapið á Vágseiði fyri viku síðani. Eftir fimm javnleikir var hetta fyrsta AB tapið í ár.
-Hetta er afturvendandi veruleiki og veikleiki, at vit tapa ímóti teimum, sum vit eiga at vinna ímóti og standa okkum betri ímóti teimum, sum vit ikki verða roknaðir at vera favorittar ímóti. At vit beinanvegin ímóti FC Suðuroy fingu tvey mál ímóti okkum bar við sær mótbrekku alla tíðina. Tá ið vit fingu bóltin niður á vøllin, fingu vit fatur á spælinum, hóast umstøðurnar ikki vóru góðar, men í 2. hálvleiki gloymdu vit at spæla, og tað kostaði. Vit eiga at hava tilfar at mynda dystir, men tað gongur ikki væl, sigur AB hjálparvenjarin Nicolaj Eriksen.
Støðutalvan vísir, at tað eru serliga stórir trupulleikar í at skjóta mál. AB hevur í seks dystum skorað fimm mál ella færri enn øll hini liðini. Í verjupartinum gongur betri, tí tað eru bara sjey mál farin ígjøgnum. Tað er bara hjá B36, at tað eru farin færri mál ígjøgnum enn hjá AB.
-Vit vóna, at um tað eydnast at fáa hol á, so fer tað at gleppa, so nú fáa vit at síggja, sigur Nicolaj Eriksen í AB.
Hjá AB er Rógvi Poulsen burturstaddur, og Teitur Jóannesarson, Jobin Drangastein, Gert Drangastein og Kári Nielsen eru so mikið skaðaplágaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla.
NSÍ-AB: Benjamin W. Jantzen kl. 18.00.