Uruguay hevur verið mett sum eitt liðnum, sum kann bjóða favorittunum av í HM endaspælinum, sum er í Brasil í hesum døgum. Nú sær tann møguleikin ikki út av nógvum, tí Uruguay tapti 3-1 fyri Kosta Rika í dag.
Luis Suarez, sum hevur verið undir skurð fyri ein skaða í knænum, sat á bonkinum allan dystin fyri Uruguay, sum hevði stórar trupulleikar av Kosta Rika. Hetta merkir heilt greitt, at Liverpool framherjin ikki er klárur til at spæla í løtuni.
Tað var annars Uruguay, sum kom á odda í fyrra hálvleiki, tá Edinson Cavani umsetti brotsspark til mál. PSG framherjin er í hesum døgum settur í samband við Manchester United.
Arsenal spælari stóra upplivingin
Tað var hvørki Diego Forlán ella Edinson Cavani, sum vóru stóra upplivingin á vøllinum. Tað var hinvegin 21 ára gamli Joel Campbell, sum er sáttmálabundin í Arsenal, men hevur verið útleigaður til grikska Olympiaco farna kappingarár.
Hann skoraði sjálvur tað fyrsta málið fyri Kosta Rika tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, áðrenn Óscar Duarte legði Kosta Rika á odda bara fáar minuttir seinni.
Uruguay megnaði ikki í nóg stóan mun at trýsta Kosta Rika. Sjálvt um Luis Suarez fleiri ferðir var úti hitaði upp, so kom hann ongantíð inn. Seks minuttir fyri tíð fall avgerðin, tá Joel Campbell legði upp til Marco Ureña, sum skoraði einsamallur móti málverjanum.
Kreppa fyri Uruguay
Fyri Uruguay er talan um einki minni enn eina fótbóltsvanlukku, at teir taptu í dag. Uruguay er í bólki við Onglandi og Italia. Skulu teir gera sær nakrar vónir um at koma víðari, so skuldu teir helst vinna í dag.
Nú skal Uruguay møguliga til at vinna á bæði Italia og Onglandi fyri at koma víðari. Tað verður helst uttan Luis Suarez meginpartin av tíðini, tá hann ikki er í stand at spæla so mikið sum nakrar minuttir í kvøld.
Kosta Rika spældi sum eitt lið, ið gott kann bjóða Italia og Onglandi upp til dans. Tey munnu verða fáa, sum góvu Kosta Rika ein møguleika í bólki D.
Uruguay – Kosta Rika 1-3 (1-0)
1-0 Edinson Cavani, 24 br
1-1 Joel Campbell, 24
1-2 Óscar Duarte, 57
1-3 Marco Ureña, 84