US Open: Andy Murray vann sína fyrstu Grand Slam kapping

Fyri fyrstu ferð í 76 ár hevur ein breti vunnið eina Grand Slam kapping í tennis. Tað hendi í nátt, tá Andy Murray aftaná næstan fimm tímar og fimm sett vann á Novak Djokovic.

 

Andy Murray vann tvey tey fyrstu settini, men so fór Novak Djokovic at gera um seg. Hann vann tvey tey næstu og so varð farið til fimta og seinasta sett. Her sigraði Andy Murray rættuliga greitt 6-2. Sett úrslitini vóru 7-6 (12-10), 7-5, 2-6, 3-6, 6-2.

 

Tað var nakað av vindi og tað darvaði spælinum. Í fjórða setti sá út til, at Andy Murray á fimta sinni skuldi standa eftir sum taparin av eini Grand Slam finalu, men við einum rimmar fimta setti vann hann á fyrsta sinni eina Grand Slam.

 

Andy Murray vann eisini OL gull í einmansleiki í summar. Finalan vardi í fýra tímar og 54 minuttir.