USA bannar Huawei-tólum vegna trygdarvanda

USA stúrir fyri njósning ímóti amerikonskum borgarum. Nú verður lagt eftir Huawei-tólum.

 

Nýggjar televørur frá Huawei og ZTE verða ikki góðkendar í USA.

Orsøkin er, at tey eru ein »vandi fyri landsins trygd, sum ikki kann góðtakast«.

Tað sigur FCC, sum er amerikanska nevndin fyri samskifti, í gjár eftir at hava samtykt endaligar reglar á økinum.

Eisini søla og innflutningur av útgerð frá kinesisku eftirlitsútgerðarfeløgunum Dahua og Hikvision eru bannað.

Tað sama er galdandi fyri telefyritøkuni Hytera.

Tiltakið er tað síðsta frá amerikonsku stjórnini, sum leingi hevur havt eitt kritiskt fokus á kinesisk tøknifeløgum.

Óttin er, at tónini hjá teimum verða brúkt at njósnast ímóti amerikonskum borgarum.

– Hesar nýggju reglarnar eru ein týdningarmikil partur av umfatandi tiltøkum okkara at verja amerikanska fólkið ímóti trygdarhóttanum, millum annað á teleøkinum, sigur forkvinnan í FCC, Jessica Rosenworcel í eini fráboðan.

Huawei hevur ikki viljað gjørt viðmerkingar.

ZTE, Hikvision og Hytera hava heldur ikki svarað spurningum frá fjølmiðlum.

/ritzau/Reuters