USA bukaði Spania

Tað eydnaðist ikki spanska fótbóltslandsliðnum at seta nýtt heimsmet fyri flestar dystir á rað uttan at tapa. Í gjár spældi Spania móti USA í hálvfinaluni í Confederations Cup, og púra óvæntað vann USA dystin 2-0. Amerikumenn komu á odda við einum máli frá Jozy Altidore eftir 26 minuttum, og framúr gott verjuspæl helt síðani spaniólum frá at skora. Og tá Clint Dempsey eftir gott kontra-álop økti til 2-0 eftir 74 minuttum, var dysturin avgjørdur. Í finaluni spælir USA móti Brasil ella Suðurafrika.