12 lond hava boðið sær til at hjálpa amerikanarunum at rudda eftieftir ta stóru oljudálkingina í Meksikoflógvanum, og USA hevur nú tikið av tilboðnum. Millum londini, sum hava boðið sær til at senda serlig ruddingarskip í Meksikoflógvan, eru Kanada, Noreg, Niðurlond, Meksiko og Japan.
Herumframt hevur USA tikið av einum tilboði frá ES og altjóða sjóferðslufelagsskapinum IMO.
Amerikanskir embætismenn siga, at 27 lond hava vent sær til myndugleikarnar við tilboði um hjálp.
Dálkingin, sum byrjaði tá boripallurin Deepwater Horizon sprongdist, er tann ringasta í amerikonsku søguni.