Her í norðurlondum kenna vit ræðumyndina úr USA, har álvarsliga løstaði sjúklinginum, ella konan, sum er komin at eiga, verða tveitt á dyr á sjúkrahúsinum, tí tey hava onga sjúkratrygging. Ella familjan, sum noyðist at velja at rinda kostnaðarmiklar sjúkratryggingar, í staðin fyri at spara upp til útbúgving til børnini.
Fyri flest øll í norðurlondum hevur tað altíð verið óskiljandi, at landið, sum verður rópt heimsins ríkasta, máttmiklasta og ikki minst Guds útvalda, kundi liva við eini skipan, har hvør ræður sær og bert tey vælbjargaðu fáa tilboð um heilsuhjálp, tá ið á stendur.
Men í USA, har fólkið ikki kennir til annað, hevur hetta verið veruleikin, sum ikki hevur staðið at broyta. Eisini hóast fleiri forsetar, guvernørar og felagsskapir hava stríðst fyri einari almennari heilsutrygd í mannaminni. Líka síðan Theodore Roosevelt, ex-forseti, fyrstu ferð lat upp fyri tankanum longu í 1912 til Bill Clinton gjørdi tað sama, seinast í 1994.
Men Obama megnaði tað, sum ongin annar megnaði. At fáa meiriluta fyri einum heilsureformi, sum merkir, at teir omanfyri 300 milliónir borgarnarnir fáa rætt til almenna sjúkratrygging fyri fyrstu ferð í søgu landsins. Hetta fer eitt nú at koma teimum 32 milliónunum, sum ongan sjúkratrygging hava, til gagns. Umframt at fátækastu fólkini í landinum eisini verða umfatað av heilsutryggingini.
Heilsureformurin er tann størsti av sínum slag síðan Lyndon B. Johnson, forseti, setti í verk heilsutryggingarnar Medicare og Mediaid í 1965.
Ongin abort upp á landsins besta
Við 219 atkvøðum fyri og 212 ómóti varð reformurin samtyktur í Umboðsmannatinginum náttina millum sunnudag og mánadag hin 21.-22. mars 2010. Eftir eitt tímalangt og kensluborið orðaskifti millum demokratar og republikanarar.
Stóra stríðsmálið var fosturtøka. Um landið eisini skuldi rinda fyri fosturtøku, var ógjørligt at fáa meiriluta fyri uppskotinum. Tíðliga sunnudagin tryggjaði Obama sær tí tær seinastu skeptisku demokratisku atkvøðurnar, við at lova, at fosturtøka ikki verður fevnd av lógini.
Hell no!
Røðurnar fyri og ímóti komu víða um. Uppskotið varð rópt tann reina kommunisma, meðan onnur samanbóru stórhendingar sum mánaferðina á sinni. Republikanski minnilutaleiðarin, John Boehner, vísti sína vanvirðing við at geyla “Hell, no!” út í salin – og ruðuleikin var fullgjørdur.
Men, atkvøðast skuldi. Og tá ja-atkvøðurnar komu upp á tær magiska 216 fyri, skóru demokratarnir í fagnaðarróp og lógvabrestirnir hoyrdust út í tún, meðan teir róptu »Yes, we can«, ið sum kunnugt er herróp Obama.
Stórsigur fyri fólkið
Við miðlarnar segði Obama, at talan er um ein stórsigur fyri amerikanska fólkið.
– Reformurin er ikki loysnin á øllum trupulleikum í amerikanska heilsuverkinum. Men vit eru á røttu leið. Soleiðis eru broytingar.
Eitt av høvuðsargumentunum hjá Obama hevur verið, at reformurin skal steðga eyðræningini hjá tryggingarfeløgunum, og tryggja borgarunum móti at verða tilvildarliga blakaðir úr sjúkratryggingarskipanunum.
Politiskt óhefta fíggjarskrivstovan hjá kongressini hevur roknað út, at heilsureformurin kemur at spara amerikanska samfelagnum 550 mia kr. komandi 10 árini.
Elddópur Obama
Men fyri Obama er heilsureformurin ikki bara enn eitt politiskt úrslit. Politiskir eygleiðarar hava leingi mett, at reformurin snýr seg um nógv annað enn bara amerikonsku heilsuskipanina.
Eitt nú segði Niels Bjerre-Poulsen, lektorur og serfrøðingur í USA, við P1 á DE, at heilsureformurin er vorðin sjálv ímyndin av leiklutinum hjá Obama sum forseti. Megnaðu mótstøðufólkini at forða reforminum, hevði tað verið banahøggur Obama – og møguliga eisini Demokratanna í hesum umfari.
[email protected]
--------
– En vanliga amerikansk familja brúkar umleið 60.000 krónur árliga til sjúkratryggingar. Fólk rinda sjálvi tryggingina gjøgnum arbeiðsgevaran.
– Flestu amerikanarar hava sína egnu heilsutrygging. Men umleið 47 milliónir hava onga trygging. Tey eru ikki nóg fátøk ella gomul til at verða umfata av Medicaid skipanini, sum saman við Medicare, varð sett á stovn í 1960unum. Hetta vóru slóðbrótandi skipanir, sum broytti lívið hjá milliónum tá.
– Tey, sum onga trygging hava, koma ofta ov seint undir læknahond. Ella tey fáa hjálp á skaðastovuni, tá heilt illa veit við.
– Amerikanska heilsuskipanin er millum heimsins dýrastu. Heilivágur er nógv dýrari enn í grannalandinum Canada. Hópin av peningi fer til starvsfólk í tryggingarfeløgunum. Sostatt fer sera nógvur peningur til lønir í staðin fyri til heilsu.
Kelda: Niels Bjerre-Poulsen, lektorur, DR
--------
Leiðin til heilsureformin
1993: Bill Clinton, demokratiskur forseti, leggur fram uppskot um sjúkratrygging fyri allar borgarar. Privat tryggingarfeløg skulu bjóða tænastuna og kappast sínamillum, men tað almenna skal hava eftirlit við prísunum. Uppskotið verður felt, og hevur enn ikki fulla undirtøku í flokkinum hjá Clinton.
4. november 2008: Demokraturin Barack Obama verður valdur til forseta. Eitt av vallyftunum hevur verið ein heilsutrygging, sum skal lækka útreiðslurnar, sum standast av sjúku, umframt at koma til lívs misnýtsluna hjá tryggingarfeløgum av verandi støðu. Milliónur av amerikanarum fáa lovað sjúkratrygging.
5. marts 2009: Í Hvítu Húsunum skipar Obama fyri ráðstevnu um heilsureformin. Her lovar hann eina ítøkiliga ætlan innan árslok.
August 2009: Kongressin lýkur ikki eina tíðarfreist fyri einum útspæli til lógarpakka á økinum. Mótstøðan frá republikanum herðist. Á nógvum ráðhúsum í USA hittast mótstøðufólk, sum skíra reformarnar at vera tann reina sosialisma.
9. september: Í Kongressini talar Obama um tørvin á einum heilsureformi. Ein republikani rópar ”Tú lýgur!”, tá Obama vísir á, at ólógligir innflytarar verða ikki fevndir av reforminum.
7. november 2009: Við teprum meiriluta samtykkir Umboðsmannatingið eina serliga útgávu av einum reformpakka. Atkvøðubýtið er 220 fyri og 215 ímóti. Bert ein republikani atkvøður fyri og 39 demokratar atkvøða ímóti.
24. december 2009: Senatið samtykkir sína útgávu av reforminum við atkvøðunum 60-39.
19. januar 2010: Republikanin Scott Brown vinnur óvæntað valið í Massachusetts, og kemur í Senatið fyri deyða demokratin Edward Kennedy i Senatet. Hetta skeiklar atkvøðubýtið í senatinum, har flokkurin hjá Obama hevur ikki longur 60 pláss, sum vanliga forðar andstøðuni at virka og at gera samstarvsavtalur.
Februar 2010: Obama leggur fram eina endurskoðaða ætlan og fundast við leiðandi republikanar á einum sjey tíma drúgvum topfundi, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum. Fundurin endar úrslitaleysur.
22. marts: Heilsureformurin verður samtyktur í Umboðsmannatinginum við atkvøðunum 219 móti 212.
Ritzau
---------
10
statir vraka heilsu-reformin
Undirskriftin var nóg illa sett á heilsureformin, tá 10 av 50 statum boðaðu frá, at teir fara ikki at seta í verk reformin. Bill McCollum, kenslumálaráðharri í Florida, segði við CNN, at heilsureformurin er í andsøgn við amerikansku stjørnarskipanina, tí staturin verður álagdur at brúka fleiri pengar. Bill Mc Collum roknar við at stevna beinanvegin Obama hevur undirskrivað lógina, og at málið endar líka í hægstarætti.