Tað hevur verið óvanliga kalt nógvastaðni í USA teir seinastu dagarnar, og sambært myndugleikunum hava minst 42 fólk latið lív, tey flestu í ferðsluvanlukkum á teimum hálu vegunum.
Sjálvt í Kalifornia, sum er kent fyri sítt góða veðurlag, er bítandi kalt, og Arnold Schwarzenegger, guvernørur, sigur, at har hevur kuldin kostað bøndrunum næstan eina milliard dollarar í mistari grøði.
Kuldinn hevur serliga gjørt um seg í statunum Oklahoma, Missouri, Kalifornia og Texas, og tríggir teir fyrstu eru lýstir í undantaksstøðu. Í gjár frysti 17 stig. Nógvastaðni er klaki lagstur á elleidningarnar, so teir eru slitnaðir, og tí hava fleiri hundraðtúsund fólk ongan streym. Í gjár sendu myndugleikarnir í Oklahoma hjálparfólk út við generatorum og drekkivatni til fólk, sum liggja í streymloysi.
Í Dallas í Texas var so hált á flogvallunum, at loftferðslumyndugleikarnir noyddust at avlýsa umleið 500 fráferðir.
Streymloysið hevur havt við sær, at fólk hava ongan hita í húsunum. Fleiri hava brent bensin fyri at hita húsini, og í nøkrum førum hevur tað havt við sær, at fólk eru deyð av roykeitran, skrivar AP.
Veðurstovan í Texas boðaði í gjár frá stormi, og eysturi í New York og Maine vórðu fólk ávarað um frost.