USA ger nú álvara av hóttanini at gevast við at stuðla UNESCO, eftir at ein meiriluti av limalondunum í ST-stovninum hevur samtykt at geva Palestina limaskap á jøvnum føti við hini londini.
-Eftir ætlanini skulu vit gjalda UNESCO 60 milliónir dollarar í november, men stovnurin fær ikki pengarnar, sigur Victoria Nuland, sum er talskvinna hjá amerikanska uttanríkisráðnum. Amerikanski stuðulin til UNESCO svarar til 22 prosent av fíggjarætlanini hjá stovninum.
Hetta er aðru ferð, at USA tekur stuðulin til UNESCO aftur. Fyrru ferð var í 1984, tá limalondini samtyktu at javnseta ísraelsku zionismuna við rasismu. Í 2004 tók USA stuðulin til UNESCO uppaftur.
107 lond atkvøddu fyri at geva Palestina limaskap í UNESCO. 11 lond, teirra millum USA, Kanada og Týskland, atkvøddu ímóti. 41 lond atkvøddu ikki, og teirra millum var Danmark.