USA heldur áfram at avrætta børn

Rithøvundurin og sakfør-arin Jesús Alcala hevur í samband við tær nógvu avrættingarnar í USA gjørt vart við seg

George Stinney var júst vorðin 14 ár tá ið hann var dripin. Árla ein várdag var hann spentur fastur í ein stól og fekk elekriskar stoytir ið koyrdu hann út úr søguni. Hendingin var skúgva til viks fyri debet og kredit, ið herjaði um alt USA.


Tað er langt síðani at hendingin fór fram - í 1944 í South Carolina - og nógv nevna tað kanska ikki morð, í øllum føri gjørdu myndugleikarnir tað ikki. Men síðani tann dagin tá ið ein grátandi fjúrtan ára gamal svartur drongur var tvungin inn í deyðsrúmið eru yvir 200 børn deyða-dømd og avrættaði í USA. Níggju av hesum tey síðstu tíggju árini. Og í løtuni sita 39 børn í deyðskliva og bíða eftir deyðanum. Tey vóru øll undir 18 ár tá ið tey vóru sek í brotsverkum. nógv meir, 3280 onnur deyðadømd bíða eisini eftir at vera avrættaði. Tey eru eitt sindur eldri, vaksnir menn og kvinnur, ið møgu-liga sjálvi einaferð hava myrt. Enn onnur bíða ikki longur. Bara í ár eru 57 menn og kvinnur av-rættaði. Ringast er skilið í Texas har til denna dag eru 30 menniskju avrættaði av statinum.


Ongatíð áður í ameri-kanskari 1900 árssøguni hava deyðarevsingartølini verið so høg, sum tey eru í dag. Hvussu kann tað lata seg gera? Og hví kann heimssamfelagið lata tað henda? USA kann væl ikki sleppa undan forboði fólkarætsins um at døma børn til deyðis? Jú, tað kann USA tí USA er altíð undantak í ST-reglugerð-ini.


USA í ST høpi

Tá ið aðalnevndin hjá ST í 1966 fekk sáttmálan um samborgara - og politisk rættindi ígjøgnum, vildi amerikanska stjórnini hava umhugsunnartíð. Tíðin gekk og amerikanska hugs-aði og hugsaði og hugsaði í 26 ár. Og so í 1992 kom svarið og tað ljóðaði soleiðis: USA er fyrireikað at seta sáttmálan í gildi og fylgja honum, men á ávís-um økjum við nøkrum undantøkum. Bannið um at døma børn undir 18 ár til deyðis skal ikki galda í USA. Tann amerikanska deyðsklivaskipanin og tær serligu avmarkingar, ið hoyra hesum til, skal ikki síggjast sum í stríð við sáttmálan um ómenniskja-liga og mannminkandi viðferð.


Man kundi fylgja ST sáttmálanum, men einans so leingi hann ikki var í stríð við amerikanskan rætt. Hetta ljóðaði løgið, sum var ST hugsanin vend upp og niður. Svøríki, sum tíggju onnur evropeisk lond, gjørdu vart við seg og søgdu at amerikonsku undantøkini vóru brot á grundarlagið í altjóða rætti. Hetta hjálpti einki. USA helt fast um støðuna og ST góðtók. Undantøkini eru sett í gildi og nú kann eingin klaga um ameri-kanskan yvirgang, ið skúgvar mannarættindi til viks, ikki tá ið børn verða dømd til deyða og heldur ikki tá ið deyðadømd eru fyri mannminkandi við-ferð. Alt er nágreiniligt í lagi eisini sambært tí ST hevur góðkent. USA er annars ikki tað einasta landið, ið dømir børn til deyðis. Onnur lond gera tað eisini: Iran, Irak, Paki-stan, Jemen og Bangla-desh.


Felagsskapir

mótmæla

Amnesty International mótmælir. Tað ger Altjóða Løgfrøðisnevndin, ið ný-liga almannakunngjørdi eina frágreiðing um deyða-revsing í USA, eisini. Løg-frøðisnevndin finst harð-liga at. Tað er ikki av tilvild, sigur nevndin, at so gott sum øll ið verða deyðadømd eru frá botninum í samfelagnum. Tað er heldur ikki av tilvild at ákærarnir krevja nógv oftari deyðarevsing yvir svørtar enn hvítar sam-borgara. Tað er vert at merkja at sinnisliga avlamin verða ákærd og deyðadømd, at ákærarnir kunnu velja teir nevningar frá, ið ikki greitt eru fyri deyðarevsing og at í heila tikið gongdin er merkt av hevnd og politiskari populismu. Altjóða Løg-røðisnevndin hevur rætt í síni søk. Ákærarir og dómara í USA veljast við nær almennum valum og hesi sýna óivað opiniónini ans viðvíkjandi deyða-revsing. Ofta verða tey vald tí tey júst eru for-sprákara fyri deyðarevsing. Harumframt er skipan, ið nevnist ?Family Impact,? hetta hevur við sær at rætturin sendur boð eftir familjuni hjá offrinum. Hesi skulu siga sína hugsan um, hvørja revsing tann ákærdi skal hava. Hetta val er síðani aloftast avgerð-andi.


Nær gerst USA eitt sivili-serað land?





Kelda: Dagens Nyheter.

Týtt Sonja Jógvansdóttir.