USA: Iran ella sameind fara at leypa á Ísrael

WASHINGTON D.C.: USA og tess sameindu vænta skjótt eitt størri missil- ella dronuálop ímóti Ísrael, og at tað verður Iran ella sameind hjá Iran, sum fara at fremja tað, bólkur sum til dømis Hizbollah ella houtiarar.

AFP/Ritzau Scanpix

Tað skrivaði miðilin Bloomberg í gjár við tilsiping til persónar, sum hava kunnleika til fregnartænastuarbeiði.

Álopið kann verða ein av komandi døgunum, siga persónarnir, sum krevja at vera dulnevndir fyri at tosa um evnið.

Tað møguliga álopið verður lýst sum eitt, sum kann gera, at »kríggið seinastu seks mánaðirnar verður munandi størri«.

Metingin frá amerikonskum og ísraelskum fregnartænastukeldum er, at tað ikki snýr seg um, hvørt eitt álop verður. Tað snýr seg um nær tað verður.

Fyrst í apríl vórðu tveir heryvirmenn úr kollveltingarhirðuni hjá Iran og fleiri aðrir persónar dripnir í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus, tá diplomatiskir bygningar hjá Iran vórðu bumbaðir.

Iran hevur sagt, at tey fara at hevna álopið, sum tey geva Ísrael skuldina fyri. Ísrael hevur ikki sagt, at landið hevði ábyrgdina av álopinum.

/ritzau/

 

 

AFP/Ritzau Scanpix