USA: Iran fyrireikar rakettálop á Ísrael

- Vit eru í fullari tilbúgving saman við okkara sameindu, og vit eru eisini til reiðar at leypa á, um so er, sigur talsfólk fyri ísraelska herin.

Í dag veit AFP-tíðindastovan at siga, at USA vil vera við, at Iran fyrireikar eitt rakettálop á Ísrael.

 

- USA hevur ábendingar um, at Iran fer at leypa á Ísrael við rakettum, men at hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri Iran. 

 

AFP sigur seg hava keldur í Hvítu Húsunum.

 

Eitt talsfólk fyri ísraelska herin (IDF) sigur, at ísraelska loftverjan er væl fyrireikað, um Iran leypir á.

 

- Vit eru í fullari tilbúgving saman við okkara sameindu, og vit eru eisini til reiðar at leypa á, um so er, sigur talsfólkið fyri ísraelska herin.