Amerikanskir myndugleikar hava nú tikið tað stig í málinum ímóti Edward Snowden, sum avdúkaði rúgvusmikla sneyting og avlurting í USA, at hann er ákærdur fyri njósning og at hann eigur at verða handtikin.
Edward Snowden arbeiddi hjá amerikansku trygdarmyndugleikunum, NSA, og hann hevur fyri kortum avdúkað eina rúgvu av viðurskiftum, sum prógva, at NSA sneytaði í teldusamskifti, so sum á Facebook og aðrastaðni, umframt avlurtaði telefonsamrøður.
Eisini hevur Snowden fortalt, at bretski njósnarastovnurin, GCHQ, hevur hálað eina øgiliga rúgvu av upplýsingum úr fipuroptiskum kaðalum og millum annað latið USA havt mestsum fría atgongd til alt tilfarið.
Alt hetta eftirlitið, sum hevur verið savnað undir navninum, Tempora, hevur gingið fyri seg í hálvtannað ár, vísa skjalprógv, ið Snowden millum annað hevur givið enska blaðnum, The Guardian, atgongd til.