Samstundis sum irakar hava latið ST eitt yvirlit yvir landsins vápnagoymslur, er amerikanska verjumálaráðið í ferð við at leggja teir seinastu liðirnar í ætlanini at leypa á Irak.
Í dag hevur USA umleið 60.000 hermenn og 200 flogfør á leiðunum við Persaflógvan umframt fleiri herskip, og sunnudagin segði ein talsmaður hjá verjumálaráðnum, at USA er skjótt ført fyri at seta eitt álop á Irak í verk.
Í Kuwait hava amerikanarar 9.000 hermenn, og har eru eisini 24 amerikansk herskip við teimum tiltiknu Apache-tyrlunum. Hvønn dag koma bæði hermenn og útgerð til Kuwait.
Fýra amerikanskir flogberar eru í økinum til reiðar at senda flogfør at leypa á mál í Irak. Ein fimti flogberi, sum hevur hildið til í Landssynningsasia, hevur nú fingið boð um at seta kós ímóti Persaflógvanum. Á flogvallum í Kuwait, Saudiarabia, Oman, Turkalandi og á oynni Diego Garcia í Indiska Havinum standa amerikansk bumbuflogfør til reiðar at fara á flog.
Amerikanskir talsmenn hava sagt, at USA er væl fyrireikað til at leypa á sunnaneftir, men at støðan er ein onnur norðanfyri. Tí hava fleiri amerikanskir sendimenn verið í Turkalandi seinastu dagarnar fyri at fáa myndugleikarnar har at loyva amerikanskum flogførum at nýta turkiskar flogvallir til álop á Irak. Higartil hevur Turkaland svarað, at USA sleppur at nýta landsins flogvallir, treytað av at ST-trygdarráðið góðkennir eitt amerikanskt álop á Irak. Hinvegin hava turkar sagt, at teir vilja ikki loyva USA at senda hermenn hagar.
Í gjár fóru amerikanskir og bretskir hermenn undir eina stóra venjing í Qatar. Ovasti fyri venjingini er amerikanski generalurin Tommy R. Franks, sum eisini var ovasti fyri amerikansku hermonnunum í Afghanistan. Hann skal nú leiða eitt møguligt álop á Irak.
Krevja prógv
Samstundis sum Pentagon leggur seinastu hond á ætlanina at leypa á Irak, krevur demokratiska andstøðan í USA, at George W. Bush, forseti skal leggja fram prógv fyri, at Irak hevur hópoyðingarvápn. Higartil hevur forsetin bert sagt, at Irak hevur slík vápn.
-Tað er neyðugt at fáa prógvini fram, serliga um Saddam Hussein framvegis heldur uppá, at Irak eingi hópoyðingarvápn hevur, sigur demokratiski leiðarin í kongressini, Tom Daschle. Hann heldur, at tær iraksku upplýsingarnar, sum ST hevur fingið, mugu kannast væl og virðiliga, og at vápnaeftirlitsmenninir hjá ST mugu sleppa at gera sítt arbeiði liðugt, áðrenn nøkur avgerð um álop verður tikin.
Fyrrverandi varaforsetin Al Gore segði við sjónvarpið ABC, at eftir hansara tykki hevur amerikanska stjórnin tey neyðugu prógvini, men hann ivast kortini í, um tað er rætt at leypa á. Aðrar loysnir eiga at verða royndar fyrst, heldur Al Gore.