USA missir støðu sína sum risastórveldi

Tíðin hjá USA sum stórveldi í serflokki er farin at styttast, sigur amerikanska fregnartænastan, sum sigur, at í komandi tíðum má USA lurta eftir Kina og India

Tey seinnu árini hevur USA stýrt heiminum, tí landið hevur verið í serflokki búskaparliga og hernaðarliga samanborið við hin partin av heiminum. USA fer framvegis at hava eina oddastøðu, men tíðin sum heimsins einasta risastórveldi er farin at styttast.

Tað er niðurstøðan hjá greinarunum hjá stovninum National Intelligence Council, sum umboðar allar tær 16 amerikonsku fregnartænasturnar. Eitt nú siga greinararnir hjá NIC, at hernaðarliga fer munurin millum USA og einstøk onnur lond at minka.

Frágreiðingin hjá NIC er ein meting av, hvat fer at henda hetta til 2025, og greinararnir eru á einum máli um, nat serstakliga Kina og India fara at gera vart við seg millum tey allarfremstu, hóast tey neyvan fara at taka seg fram um USA.

NIC-greinararnir siga, at bæði Kina og India hava stórar búskaparligar og sosialar avbjóðingar fyri framman. Tað ger, at bæði londini noyðast at leggja høvuðsdentin á innanhýsis viðurskifti, og at virðisøkingin fyri hvønn íbúgva framhaldandi verður minni enn í Vesturheiminum.

Amerikonsku fregnartænasturnar siga, at teir fremstu luttakararnir á altjóða pallinum tey næstu 15 árini vera USA, Kina, India, Russland, ES og Japan. Men nøkur onnur lond fara væntandi eisini at gera vart við seg, og greinararnir nevna lond sum Brasil, Iran, Turkaland og Indonesia.