Amerikanski forsetin, Donald Trump, tosar her við verjumálaráðharra sín, Pete Hegseth

USA og Iran: Ongar ítøkiligar samráðingar

- Útsagnirnar hjá Donald Trump er ein roynd at skavað út yvir runudýkið, sum USA og Ísrael eru endað í, sigur formaðurin í iranska tjóðartinginum

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tosar her við verjumálaráðharra sín, Pete Hegseth

Amerikanska stórávísín, New York Times, heldur, at amerikanski forsetin, Donald Trump, royndi at finna ein útveg, eftir at hann hevði hótt við at gera stórálop á iransk orkuverk, um landið ikki læt Hormussundið uppaftur innan 48 tímar.

 

Í gjár tók Donald Trump aftur hesa hóttan og segði, at USA og Iran vóru farin undir "produktivar samrøður" fyri fyrstu ferð, síðan USA og Ísrael lupu á Iran. Uppáhaldið um produktivar samrøður er víst aftur í grein í New York Times.

 

Ónavngivnar keldur siga sambært ávísini, at umrøddu samrøður ikki hava verið ítøkiligar

 

Sambært Donald Trump vóru tað versonur hansara, Jared Kushner og serligi sendimaðurin hjá honum, Steve Witkoff, sum leiddu samrøðurnar við Iran.

 

Í gjár søgdu iranskar keldur, at ongar samráðingar hava verið við USA um at enda kríggið.

 

Mohammad Bagher Ghalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum, hevur seinni skrivað á sosialum miðlum, at útsagnirnar hjá Donald Trump er ein roynd at skava út yvir runudýkið, sum USA og Ísrael eru endað í.

 

 

 

 

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, tosar her við verjumálaráðharra sín, Pete Hegseth