USA og Meksiko eru í dag vorðin samd um broytingar av NAFTA handilsavtaluni. Við avtaluni leggja londini trýst á Kanada, ið higartil ikki hevur megnað at funnið eina semju við hini norðuramerikansku londini.
NAFTA fríhandilsavtalan ásetur handilsviðurskiftini millum Kanada, USA og Meksiko og hevur verið í gildi síðan 1994. Enn er eingin semja komin í lag við Kanada, men bæði Donald Trump og meksikanski forsetin Enriquw Pena Nieto hava í dag upplýst, at farið verður undir samráðingar við Kanada skjótast gjørligt.
Sambært Reuters eru partarnir ikki serliga langt frá hvørjum øðrum, og er tað væl møguligt, at ein felags avtala kann undirskrivast fríggjadagin.
Mett verður, at handilin millum tey trý londini hevur eitt árligt virði á umleið 6,4 billiónir krónur.