Amerikanski avhopparin, Edward Snowden, sum avdúkaði, at USA framdi umfatandi eftirlit og avlurting av bæði vinum og fíggindum, vil nú vera við, at USA í hesum sambandi hevur samstarvað við Týskland.
Snowden sigur við týska tíðindablaðið, Der Spiegel, at amerikansku trygdarmyndugleikarnir, NSA, høvdu tætt samstarv við eitt nú Týskland um bæði njósning og avlurting.
Eisini kanningar, sum tíðindafólk hjá Der Spiegel sjálv hava gjørt, benda á at NSA og týska fregnartænastan, BND, hava havt nógv tættari samstarv, enn hildið hevur verið áður.
Eitt nú hevur NSA latið BND framkomna útgerð, so lættari hevur verið hjá BND at sneyta í útlendskari dátuferðslu, sum fer ígjøgnum Týskland.
Der Spiegel skrivar, at talan serliga skal hava verið um dátuferðslu til og frá Miðeystri, sum síðani er blivin greinað á høvuðsdeildini hjá týsku fregnartænastuni.