USA rósar Danmark fyri radara í Føroyum

Danmark fer at seta ein stóran radara upp í Føroyum og hava dronur, sum skulu hava eftirlit við loftrúminum í Grønlandi.

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað er greitt, stór hol eru í danska eftirlitinum av Arktis, har fleiri stór lond hava síni strategisku áhugamál.

 

Nú rósar USA Danmark fyri økta eftirlti, sum varð avtala fyrr í ár um millum annað ein stóran radara, sum skal setast upp í Føroyum, og dronur, sum skulu hava eftirlit í Grønlandi.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er fegin um tiltakið.

 

– Danmark tekur eitt stórt fet við íløguni upp á umleið 1,5 milliardir krónur, segði hann á tíðindafundi í Keypmannahavn undir vitjanini har.

 

– Tað gevur gjøgnum tøkni eina megi til at vita, hvør ger hvat og hvar nær tað skal vera. Tað hevur vanlig týdning fyri at varðveita trygdina.

 

Økta efgtirlitið skal uppdaga russisk flogfør, sum flúgva yvir Føroyum og Grønlandi og finna russiskar kavbátar í arktiskum stjóvi.

 

Ræðið hjá ríkisfelagsskapinum yvir pørtum av Arktis ger Danmark til ein enn týdningarmiklari sameindan. Tað verður í pørtum av diplomatinum rokna sum Grønlands-kortið.

 

Bæði tann danski uttanríkisharrin, Jeppe Kofod, og amerikanski starvsbróðir hansara leggja dent á týdningin av eftirliti í Arktis.

 

Amerikanararnir eru serliga áhugaðir í, at Danmark bøtir sítt eftirlit av størstu loftøkjunum í ríkisfelagsskapinum.

 

Antony Blinken fegnast um danska takið og sigur einki um, hvørt hann fegin vildi hava meira, sum fleiri granskarar hava nevnt.

 

– Vit fegnast um tann lut, sum Danmark spælir við at hjálpa við at gera tað. Og tað er eitt av tí, sum vit saman síggja fram ímóti til Nato-toppfundin um ein mánað, segði Antony Blinken.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin vitjaði í Danmark í dag, og fer víðari til fund í Arktiska Ráðnum í Íslandi, sum verður 19. og 20. mai.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin er knapt so positivur, tá hann verður spurdum um málið er, at Nato-londini skulu økja sínar útreiðslur til verjuna.

 

– Vit halda eyga við tørvinum á, at okkara sameindu og partarnir liva upp til tað, sum er avtala á toppfundi í Wales. Tað er eitt týdningarmikið lið at hava tilfeingi.

 

– Vit fylgja eisini við, um okkara felagar halda fram við at skapa framstig við at seta ein hóskandi prosentpart av á fíggjarætlanini til verju, segði Antony Blinken.

 

Danmark hevur á Nato-toppfundi í Wales í 2014 bundið seg til at arbeiða fram ímóti at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til útreiðslur til verjuna.

 

Jeppe Kofod nevnir, at Danmark letur á øðrum økjum við at leiða missión hjá Nato í Irak og átakið í Baltikum og Póllandi.

 

/ritzau/

 

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix