USA savnar innflytarar í legum

Barack Obama, forseti, ger nú eina roynd at fáa fólk at støðast í teimum miðamerikonsku londunum.

Talið á fólki, sum sníkja sær inn um amerikanska suðurmarkið, er vaksið sera nógv, og nú roynir amerikanska stjórnin at loysa trupulleikan við pengum.

 

Obama hevur gjørt av at lata Honduras, Guatelama og El Salvador eina knappa milliard krónur í einari roynd at steðga harðskapinum, sum hevur samband við tann stóra rúsevnaflutningin úr Kolombia ígjøgnum londimi til Meksiko og haðani til USA.

 

Samstundis sum Obama-stjórnin soleiðis roynir at fáa fólk at støðast í teimum miðamerikonsku londunum, hevur stjórnin skipað nakrar serligar savningarlegur við meksikanska markið. Málið er at savna teir ólógligu innflytararnar har, so teir ikki sleppa inn í USA, og við hesum tiltakinum vónar Obama-stjórnin, at fólk, sum hava ætlað sær at flýggja, fara at setast aftur. 

 

Barack Obama boðaði frá tiltøkunum fríggjadagin, og tað var ikki av tilvild, tí fríggjadagin var sltjóða flóttafólkadagur.