USA sendir houthi-vápn til Ukraina

Talan er um vápn, sum vóru ávegis úr Iran til houthi-uppreistrarbólkin í Jemen, men sum hald er lagt á.

Soleiðis kann ein rakettkastari av slagnum, RPG-7, síggja út.

Sambært tíðindastovuni NTB, sum vísir til amerikanska herin, hevur USA latið Ukraina eina minni nøgd av vápnum og lóðuri.

 

Talan er um vápn, sum vóru ávegis úr Iran til houthi-uppreistrarbólkin í Jemen, men sum hald er lagt á.

 

Sagt verður, at talan eitt nú er um 5000 automatiskar maskinbyrsur av slagnum, AK-47, aðrar maskinbyrsur og riflur og rakettkastarar av slagnum, RPG-7.

 

Haraftrat verða 500.000 kúlur og annað lóður sent vápnaðu deildunum í Ukraina, veit NTB tíðindastovan at siga í dag.

 

Seinastu mánaðirnar hevur houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen javnan lopið á skipaferðsluna í Reyða Havinum.

 

Houthi'ararnir siga, at teir stuðla palestinarum og vilja hava Ísrael at taka seg aftur úr Gazageiranum.

 

 

 

 

 

Soleiðis kann ein rakettkastari av slagnum, RPG-7, síggja út.