Amerikanska stjórnin roynir nú at fáa Senatið í Washington at staðfesta altjóða havrættarsáttmálan.
Stjórnin hevði sent Hillary Clinton, uttanríkisráðharra, og Leon Panetta, verjumálaráðharra, á fund við uttanríkisnevndina hjá Senatinum at tala fyri sáttmálanum. Sum skilst greiddu tey frá, at sáttmálin hevur ávísar vansar við sær, men at fyrimunirnir eru størri. Nakrir senatorar hava sagt seg vera í iva um at staðfesta sáttmálan, tí við staðfestingini letur USA altjóða stovnum avgerðarrætt á ávísum økjum.
Altjóða havrættarsáttmálin er frá 1982 og kom í gildi í 1994, tá meiri enn 160 lond høvdu staðfest hann. Sáttmálin hevur verið í nevnd í amerikanska Senatinum fleiri ferðir, men Senatið hevur ongantíð atkvøtt um hann.