USA vann í dag heimsmeistarakappingina í 4 ferðir 100 metrar boðrenning hjá kvinnum. Bianka Knight, Allyson Felix, Marshevet Myers og Carmelita Jeter vunnu við tíðini 41,56 sekund.
Á øðrum plássi komu kvinnurnar úr Jamaica við tíðini 41,70 sekund, og bronsuplássið fór til Ukraina, sum hevði tíðina 42,51 sekund.
Hini liðini í finaluni í fýra ferðir 100 metrar boðrenning hjá kvinnum vóru Trinidad-Tobago, Frakland, Russland, Nigeria og Brasil. Tey komu á mál í hesi røð.
Í gjár vunnu teir amerikonsku menninir fýra ferðir 100 metrar boðrenningina.