USA viðurkennir finskan og svenskan NATO limaskap

USA hevur viðurkent limaskapin hjá Svøríki og Finlandi í verjusamgonguni NATO

95 av 100 amerikonskum senatorum atkvøddu fyri umbønunum um NATO limaskap hjá teimum báðum norðurlendsku londunum. Bert ein limur atkvøddi ímóti.

 

Harvið hevur USA gjørt sítt til, at Svøríki og Finland kunna limast inn í NATO. Í undanfarna mánaði skrivaðu øll 30 limalondini í verjusamgonguni undir skjalprógvini, ið lata Finland og Svøríki blíva partur av NATO.

 

Eftirfylgjandi skal hvørt einstakt limaland viðurkenna sína avgerð í teirra lóggávutingi.