Starvsfólkini, sum ikki vóru dripin í atsóknini mikudagin, eru ikki í iva. Charlie Hebdo verður aftur á gøtuni komandi mikudag.
- Dárskapurin má ikki sigra, segði Patrick Pelloux, greinaskrivari í blaðnum.
- Yvirgangsmenninir søgdu, at teir hava dripið Charlie Hebdo. Tað má ikki henda. Ein hálv ella skerd útgáva má ikki verða útgivin næstu ferð. Allir franskir miðlar mugu standa saman um at tryggja eina veruliga útgávu, segði fyrrverandi blaðstjórin í franska blaðnum La Libération, Serge July, til Le Monde.
Hann segði samstundis, at aðrir franskir miðlar eru farnir til verka at leggja viðurskiftini til rættis fyri eini nýggjari útgávu. Onkrir miðlar veita fíggjarliga trygd, meðan aðrir lata síni starvsfólk arbeiða fyri Charlie Hebdo hesar dagarnar.
- Eg vænti, at aðrir teknarar fara at hjálpa teimum, sum eru eftir í Charlie, segði Serge July.
Les meiri í Vikuskiftissosialinum.