Sera nógv fólk hava ringt til løgregluna á ólavsøku, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann hevði talt saman og sigur, at millum 165 og 200 ringdu til løgregluna millum klokkan 23 og 07 um náttina báðar ólavsøkudagarnar.
Tað er heldur meira enn vanligt, sum hann heldur vera tí at veðrið var so gott og nógv fólk vóru í býnum. Tess fleiri fólk eru úti, tess fleiri uppringingar, sigur hann.
Aftan á ólavsøku hava nógv eisini ringt og spurt um burturmistar lutir, so sum gjaldkort, telefonir – og so komu eisini nøkur fólk inn á gólvið á politistøðini at vita, um tey kundu blása í alkometrið at vita, um tey kundu koyra. Og tað kundu tey, sigur vaktleiðarin.
Í gjárkvøldið vóru onkrar veitlsur, har boð vóru eftir løgregluni um at fáa dempað tónleikin.
Viðvíkjandi málinum frá Tórsfest, har ein maður var stungin í lærið, so hevur enn eingin vent sær til løgregluna við upplýsingum um tað.