Tað er gott og væl eitt ár liðið, síðani rundskriv um alment keyp av vørum og tænastum varð set í gildi. Í nøkrum førum hava reglurnar verið orsøk til nakað av ørkymlan – seinast við ætlaða innbúgvskeypinum hjá Taks.
Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at tey halda tað vera upp á sítt pláss, at reglurnar nú verða endurskoðaar, so staðfestast kann, hvørjir partar rigga væl, og hvørjir partar hava tørv á broytingum.
- Nøkur av teimum viðurskiftum, sum áttu at verið hugt nærri uppá eru m.a., um tað eigur at verða størri munur á teimum krøvum, sum verða settir til tilboðsfyrispurningar (smærri uppgávur) og til almenn útboð (størri uppgávur).
- Eisini eigur at verða hugt uppá, um meira av tí, sum varð skrivað í útboðspolitikkinum hjá landinum, átti at verið tikið við í rundskrivið. M.a. verður í útboðspolitikkinum lagt upp til, at almennir stovnir við jøvnum millumbilum skulu gjøgnumganga sínar uppgávur og meta um, hvørjar uppgávur eru egnaðar at fáa kapping um. Hetta er tó ikki tikið við í rundskrivið, og møguleikarnir at effektivisera almennu framleiðsluna gjøgnum samstarv við privatar veitarar verða tí ikki royndir í nóg stóran mun.
At enda staðfestir Vinnuhúsið, at tað ov ofta kemur fyri, at ásetingar í rundskrivinum ikki verða hildnar.
- M.a. kemur tað framvegis fyri, at útboðstilfarið verður orðað á donskum, hóast tað greitt stendur í rundskrivinum, at málið skal vera føroyskt. Bert um eingin føroyskur veitari finst, loyvir rundskrivið, at útboðstilfar o.a. verður orðað á útlendskum máli.