Útbreiðslan av makreli er misjøvn

- Fyribilsúrslitini benda á, at makrelurin er at finna longur norðuri enn undanfarin ár, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur.

 

 

 

Fyrsta yvirlitstrolingin eftir makreli við Jákupi Sverra varð liðug beint fyri ólavsøku.

 

- Fyribilsúrslitini benda á, at makrelurin er at finna longur norðuri enn undanfarin ár, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni.

 

Kanningarnar benda á, at útbreiðslan av makreli er meira ójøvn í ár í mun til í fjør. Tó at einans 60 fjórðingar eru millum regluligu hálini, so var stórur munur á makrelnøgdini frá einum háli til annað.

 

- Kanningin er skipað sum felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Danmark og Íslandi. Grønland var ikki við í ár.

 

Fiskifrøðingurin heldur, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað um samlaðu nøgdina av makreli.

 

##med2##

 

- Tølini frá øllum luttakandi skipunum verða tald saman, og eitt vísital verður roknað út, sum so verður partur av stovnsmetingini síðst í august.

 

Jan Arge Jacobsen leggur aftrat, at silda- og svartkjaftastovnarnir vera eisini kannaðir á hesum túrum, og úrslitini verða gjørd upp seinni í august.

 

Øll frágreiðingin, sum Jan Arge Jacobsen hevur skrivað um yvirlitstrolingina hjá Jákupi Sverra, kann lesast um heimasíðuna - www.hav.fo