Útbúgving, útbúgving – men øll skulu ikki vera akademikarar!

Eg tosaði við eina mammu nú ein dagin, sum júst hevði sagt farvæl við sonin, verdóttrina og ommusonin. Tað merkisverda var, at tey vóru farin uttanlands at lesa, hóast teirra útbúgvingar funnust her í Føroyum. Tey fóru av fíggjarligum orsøkum, tí sum lesandi smábarnaforeldur hongur tað ikki saman.

Eg tosaði við eina mammu nú ein dagin, sum júst hevði sagt farvæl við sonin, verdóttrina og ommusonin. Tað merkisverda var, at tey vóru farin uttanlands at lesa, hóast teirra útbúgvingar funnust her í Føroyum. Tey fóru av fíggjarligum orsøkum, tí sum lesandi smábarnaforeldur hongur tað ikki saman. 

Tað eiga ikki at vera fíggjarlig atlit, sum reka ung av landinum, og tí mugu hesi átøk fremjast eftir eitt komandi løgtingsval:

- lestrarbýli skulu útvegast, sum lesandi hava ráð til

- lestrarstuðulin til lesandi við børnum skal hækka upp í 1.500 kr pr. barn um mánaðin

- lestrarstuðul skal veitast allar 12 mánaðirnar um árið

Í arbeiði mínum upplivi eg hvønn dag, hvussu dugnaligur okkara ungdómur er. Men eitt samfelag, sum ikki fær tey ungu at støðast, verður í longdini rakt av stillstøðu.

Mítt aðalmál er, at tey ungu skulu kunna útbúgva seg víðari í Føroyum innan nógv ymisk yrki.

Øll skulu ikki vera akademikarar. Vit eiga at satsa nógv meira uppá praktiskar og vinnurættaðar útbúgvingar, sum geva møguleika fyri arbeiði og framhaldandi lesnaði.

Handilsskúlin bjóðaði í ár eina nýggja útbúgving fram í marknaðarførslubúskapi. Ikki færri enn 53 søktu um at sleppa inn. Og eg eri sannførd um, at enn fleiri styttri og meðal langar útbúgvingar høvdu verið eins væl umtóktar, t.d. innan kunningartøkni, ferðavinnu, mentan og nógv ymisk handverk.

Fjarlestur sjálvandi

Umframt hetta skulu skipanir mennast, sum gera tað møguligt at búgva í Føroyum, samstundis sum ein er undir útbúgving uttanlands. Tað vendir ikki rætt at játta stuðul til tey, sum rýma av landinum, uttan at finna eina góða skipan til tey, sum lesa fjarlestur úr Føroyum. ÚSUN skipanin er genial, men tað hevði verið líka so genialt at búð í Føroyum.

Við dagsins tøkni er gjørligt at búgva í Føroyum og lesa uttanlands, í øllum førum ein part av tíðini. Tey, sum velja hesa loysnina, eiga at fáa somu rættindi sum tey, sum flyta av landinum.

Eitt samfelag, sum hevur ráð til at geva teimum hægst løntu ein mánaðarligan skattalætta á 7.000 kr, hevur eisini ráð til at gera íløgur í okkara ungdóm.

Helena Dam á Neystabø, valevni fyri Javnaðarflokkin