Útflutningurin vaksin 10 prosent

Bæði útflutningurin av botnfiski og av uppsjóvarfiski er nógv minkaður

Fyrstu átta mánaðirnar í ár vaks okkara útflutingur 10 prosent.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at frá januar til august í ár, útfluttu vit fyri 3.700 milliónir, aftur ímóti 3.351 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Talan er sostatt um ein vøkstur á 349 milliónir, ella 10 prosent.

 

Alifiskur er okkara nógv størsta útflutningsvinna og tað er eisini alivinnan, sum eigur heiðurin fyri, at okkara útflutningur er vaksin.

 

Í ár útfluttu vit alifisk fyri 1.580 milliónir í tíðini frá januar til august. Tað eru 478 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør og sostatt er talan um ein vøkstur á heili 43 prosent.

 

Annars er bæði útflutningurin av botnfiski og uppsjóvarfiski munandi minkaður.

Frá august í ár útfluttu vit bornfisk fyri 867 milliónir og tað er u 60 milliónir, ella sjey prosent minni enn í fjør.

 

Útflutningurin av uppsjóvarfiski er minkaður úr 727 milliónum, niður í 620 milliónir, ella 15 prosent.

 

Nógv tann størsti parturin av útflutninginum er fiskur. Higartil í ár útfluttu vit fisk fyri 3.538 milliónir og sostatt útfluttu vit bara fyri 162 milliónir av øðrum vørum enn fiskavørum og tað er sama gongd sum í fjør.

 

Nógv tann størsta nøgdin er sjálvsagt uppsjóvarfiskur og fyrstu átta mánaðirnar í ár, útfluttu vit 107.000 tons av ppsjóvarfiski, afturímóti 120.600 tonsum í fjør, ellsa 13.600 tons minni.

 

Av botnfiski útfluttu vit 867 tons í ár, ella 60 tons minni enn í fjør.