Teir fyrstu 11 mánaðirnar í fjør er útflutningur Føroya 10 prosent størri enn hann var í sama tíðarskeiði í 2012.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, ar frá januar til november í fjør útfluttu vit fyri 5,657 milliard og tað eru 491 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í 2012, tá ið vit útflutt fyri 5,166 milliard.
Alifiskur er okkara nógv størsta útflutningsvøra. Teir fyrstu 11 mánaðirnar í fjør útfluttu vit alifisk fyri 2,261 milliard og tað eru 604 milliónir meiri enn í 2012, tá ið útflutningurin av alifiski var 1,656 milliardir.
Sostatt er útflutningurin alifiski vaksin heili 36 prosent.
Næststørsta útflutningsvøra er uppsjóvarfiskur, men har stendur útflutningurin í stað á 1,319 milliard, bæði í fjør og í ár.
Økingin stendst av, at prísirnir eru hækkaðar, ikki nøgdirnar. Í 2013 útfluttu vit 54.679 tons av alifiski og tað eru 389 tons fleiri enn í 2012, ella eitt prosent meir.
Hinvegin er prísurin á uppsjóvarfiski at kalla óbroyttur, tí í 2012 var útflutningurin av uppsjóvarfiski, 191.303 tons og í 2013 hann 2.569 tons hægri,
Annars er útflutningurin var vanligum botnfiski, toski, hýsu og upsa, fallin fimm prosent í virði. Í januar til november í 2013 útfluttu vit botnfisk fyri 1.113 milliardir og tað eru 63 milliónir minni enn í 2012, tá ið útflutningurin var 1,176 milliardir.
Annars er fiskur yvirhøvur tað beinið, vit standa á, tí útflutningurin av øðrum vørum var bara 183 milliónir í fjør og tað eru 15 milliónir meiri enn í 2012.
|