Útholað endurgjald hóast viðhald

Føroya Pedagogfelag fekk viðhald í máli um yvirtíðargjald til tríggjar tænastumannasettar pedagogar, men serligi gerðarrætturin gjørdi samstundis av, at størsti parturin av kravinum var fyrnaður. Christian Andreasen, advokatur, undrast stórliga á ta niðurstøðuna

Tað var ein sigur við einum heldur beiskum atsmakki, tá Føroya Pedagogfelag 12. oktober vann eitt gerðarrættarmál ímóti Fíggjarmálaráðnum, sum varðar av landsalmennu lønarsáttmálunum, um løn fyri yvirtíð til tríggjar tænastumannasettar pedagogar hjá Almannaverkinum. Tí samstundis sum serligi gerðarrætturin gav Pedagogfelagnum viðhald, gjørdi hann av, at meginparturin av kravinum var annaðhvørt fyrnaður ella mistur vegna passivitet.

 

Tey trý tænastumannasettu starvsfólkini starvast øll á serstovnaøkinum. Kravið snúið seg um at fáa útgoldið yvirtíð fyri eitt tíðarskeið upp á sjey ár, frá januar 2013 til januar 2020, har tey trý starvsfólkini høvdu fingið útgoldið vanliga løn fyri arbeiði, sum sambært avtaluni ímillum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið um arbeiðstíðarreglur átti at verið avroknað sum yvirtíð.

 

Tað helt meirilutin í serliga gerðarrætturin, Henrik Møller og Sigmund Poulsen eisini, at tað átti. Triði dómarin, Durita Tausen, helt hinvegin, at Føroya Pedagogfelag í longri tíð tigandi hevði góðtikið, at vanlig tímløn bleiv goldin fyri yvirtíðararbeiði á serstovnaøkinum. Meirilutin ræður í gerðarrættarmálum, so Føroya Pedagogfelag fekk viðhald í, at tey trý starvsfólkini av røttum skuldu havt gjald fyri yvirtíð, sum er 50 prosent oman á vanligu lønina.

 

 

 

Meirilutin skifti

 

Men tá gerðarrættur eisini skuldi taka støðu til, hvørt tey trý starvsfólkini høvdu mist rættin til yvirtíðina vegna fyrning og/ella óvirkni (passivitet), skifti meirilutin í serliga gerðarrættinum. Nú vóru Henrik Møller, sorinskrivari, og Durita Tausen í parti.

 

Tey hildu, at Føroya Pedagogfelag undir sáttmálasamráðingunum í 2015 var vorðið vitandi um vantandi yvirtíðargjaldið, tí Fíggjarmálaráðið tá hevði biðið um at fáa eitt brot inn í sáttmálan við yvirskriftini “Sjálvboðið eyka arbeiði” vísandi til, at “siðvenja hevur verið, at starvsfólk, ið eru í føstum starvi hava avtalað við arbeiðsgevaran, at tey arbeiða eyka sum tímalønt hjá sama arbeiðsgevara uttan at fáa yvirtíð goldna. Bæði starvsfólk og stovnar hava mett hetta vera ein fyrimunur”.

 

Pedagogfelagið kendi tó onki til nakra sovorðna siðvenju og visti ikki, hvørji størv ella arbeiðspláss, sipað varð til. Felagið havnaði eisini ynskinum frá Fíggjarmálaráðnum. Men meirilutin í gerðarrættinum metti, at Føroya Pedagogfelag í hvussu er tá í 2015 fekk at vita, at yvirtíðararbeiði fyri vanliga tímaløn bleiv praktiserað á serstovnaøkinum. Kortini hevði felagið ikki kravt yvirtíðina útgoldna fyrr enn í september 2018.

 

 

 

Fáa lítið og onki

 

Úrskurðurin hjá serliga gerðarrættinum bleiv ein millumloysn, um til ber at siga so, sum sigur, at Fíggjarmálaráðið bara skal rinda teimum trimum starvsfólkunum vantandi yvirtíð fyri tíðarskeiðið eftir 18. September 2018, tá Føroya Pedagogfelag fyrstu ferð vegna sínar limir kravdi Almannaverkið eftir pengunum, til januar 2020, beint undan, at felagið beindi málið í serliga gerðarrættin.

 

Í praksis merkir úrskurðurin, at tey trý starvsfólkini at kalla onki endurgjald fáa, tí mannagongdin at rinda vanliga tímaløn fyri yvirtíð steðgaði í 2018-2019. Føroya Pedagogfelag hevði annars í rundum tølum kravt Almannaverkinum/Fíggjarmálaráðnum eftir ávikavist 656.000 krónum, 646.000 krónum og 129.000 krónum, sum var munurin ímillum vanligu tímalønia, sum tey trý starvsfólkini høvdu fingið, og yvirtíðarlønina, tey áttu at havt fingið tey sjey árini frá januar 2013 til januar 2020.

 

 

 

Salomonisk fríhondstekning

 

Christian Andreasen, advokatur, førdi málið fyri Føroya Pedagogfelag, og hann er stórliga bilsin yvir tann partin av úrskurðinum, sum er um fyrning og passivitet – og ikki minni um, at Fíggjarmálaráðið sleppur frá at rinda yvirtíð fyri tíðina áðrenn 18. september 2018.

 

– Hasin úrskurðurin er øgiliga torførur at skilja, og eg eri als ikki samdur við niðurstøðuni, og tað so øgiliga langt burtur frá eisini. Hetta er ein úrskurður, sum er eitt slag av – eg veit ikki, hvat man skal siga – eini salomoniskari fríhondstekning, sigur hann.

 

Advokaturin heldur tað eisini vera sera løgið, at Fíggjarmálaráðið undir fyrireikingunum til gerðarrættarmálið ikki legði serligan dent á fyrning og passivitet, sum annars endaði við fullkomiliga at úthola niðurstøðuna um, at starvsfólkini kortini av røttum áttu at havt fingið yvirtíðarløn.

 

– Tað, sum Fíggjarmálaráðið helt upp á undir fyrireikingunum, var, at ein lokal siðvenja var íkomin, sum broytti sáttmálan. Júst tað kann saktans henda, men so skal tað hava gingið fyri seg heilt leingi, og báðir partar skulu onkursvegna hava innrættað seg eftir tí. Men hesum vísti sorinskrivarin aftur, at so var ikki.

 

– Kortini kemur meirilutin í gerðarrættinum til ta niðurstøðu, at av tí, at tað er gingin so lang tíð og hetta og hatta, so hevur Pedagogfelagið við støði í passivitetsreglum mist størsta partin av sínum kravi. Tað er púra óskiljandi, sigur Christian Andreasen.

 

 

 

Siðvenja var sáttmálabrot

 

Hann heldur úrskurðin vera undrunarsaman av fleiri orsøkum. Millum annað verður víst til eina grein í Pedagogblaðnum nr. 1, 2015, har tað kemur fram, at Maud Wang Hansen, táverandi forkvinna í Føroya Pedagogfelag, í hvussu er kendi til málið tá.

 

– Men í greinini, sum víst verður til, ger hon júst púra greitt, at hon als ikki góðtók, at sáttmálin ikki bleiv fylgdur. Tað framgongur eisini greitt, at forkvinnan var vorðin varðug við, at limir í felagnum ikki fingu goldið yvirtíð, tí hon hevði sæð tað í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini, sigur advokaturin.

 

Tað var við øðrum orðum ikki ein vitan, hon sjálv hevði gingið runt við, uttan at gera nakað.

 

 

 

Kendu ikki málið

 

Christian Andreasen leggur eisini dent á hendingina undir sáttmálasamráðingunum í 2015, tá Føroya Pedagogfelag vísti frá sær ynskið hjá Fíggjarmálaráðnum um at fáa at fáa eina siðvenju, sum ráðið kallar tað, um vanliga tímaløn í staðin fyri yvirtíð staðfesta í sáttmálanum.

 

Fíggjarmálaráðið hevur ført ta hendingina fram sum prógv fyri, at Føroya Pedagogfelag síðan tá hevur kent til ítøkilig útgjøld av vanligari tímaløn í staðin fyri yvirtíðarløn, og meirilutin í serliga gerðarrættinum tók tað til eftirtektar.

 

– Men tað er týðiligt út frá avhoyringunum og teimum skjølunum, sum vórðu løgd fram í gerðarrættinum, at táverandi nevndin og umsitingin í Pedagogfelagnum ikki vóru greið yvir, hvørjar arbeiðsgevarar, tað snúið seg um, og hvat fyri siðvenju, Fíggjarmálaráðið meinti við. Tú kanst ikki tosa um, at ein partur er passivur í einum máli, sum hann ikki veit um, sigur Christian Andreasen.

 

 

 

Stóð við sín rætt

 

Føroya Pedagogfelag hevur annars við onnur høvi, millum annað á fundi 16. januar 2015, gjørt Almannaverkinum púra greitt, at arbeiði á sonevndum nulldøgum – regulerum frídøgum – skal lønast sum yvirtíð, tað er við 50 prosentum oman á vanligu lønina, sama um talan er um sjálvboðið ella álagt arbeiði.

 

Tí heldur advokaturin heldur ongan iva vera um, at Føroya Pedagogfelag alla tíðina bæði hevur lagt dent á, at limirnir skuldu hava løn sambært sáttmálanum, og eisini týðuliga gjørt vart við, at felagið stóð við sín rætt.

 

 

 

Noydd at arbeiða yvir

 

Sjálvt um Fíggjarmálaráðið heldur upp á, at talan var um siðvenju, og at starvsfólkini sjálv ynsktu at fáa eyka tímar fyri vanliga tímaløn uttan fyri vanligu vaktarsettu arbeiðstíðina, so er tað í andsøgn við tað, sum starvsfólkini sjálv hava greitt serliga gerðarrættinum frá.

 

Øll trý søgdu, at tey kendu seg noydd at arbeiða yvir, tí annars hingu arbeiðsætlanirnar ikki saman.

 

Eitt starvsfólk segði, at øll á arbeiðsplássinum høvdu arbeitt yvir, og at leiðarin hevði sagt, at tey ikki fingu yvirtíð fyri tað. Tey fingu at vita, at tey bara fingu yvirtíðarløn, um tað varð teimum álagt at arbeiða yvir.

 

Eitt annað starvsfólk greiddi frá, at tey arbeiddu í vaktum, og at starvsfólkini sjálv løgdu arbeiðsætlanirnar til rættis, men at tað ofta var starvsfólkatrot, so tey noyddust at arbeiða yvir. Starvsfólkið hevði ikki biðið um yvirtíðargjald, tí tað hevði ikki hugsað um tað. Tað var ikki fyrr enn undir verkfallinum í 2018, at tey vóru farin at tosað um yvirtíð – teir tænastumannasettu námsfrøðingarnir vóru jú ikki umfataðir av verkfallinum.

 

Triðja starvsfólkið greiddi frá, at tað hevði arbeitt heilt nógv, men helt, at tað fekk ta lønina, viðkomandi hevði rætt til, tí tað hevði spurt sín leiðara um tað og fekk at vita, at lønin var í lagi. Men undir verkfallinum ársskiftið 2017-2018 var starvsfólkið eisini til arbeiðis á einum stovni í Vágum. Har fekk tað yvirtíðarløn, og tástani fann starvsfólkið út av, at tað eisini hevði krav upp á hesa yvirtíðarlønina.

 

 

 

Í óndari trúgv

 

Christian Andreasen ger vart við, at tað vanliga er, at skalt tú missa eitt krav vegna passivitet, so skal debitor hava verið í góðari trúgv, og kreditor skal hava uppført seg á slíkan hátt, at hann hevur givið debitor orsøk at halda, at kravið er slept.

 

– Eg havi ongantíð fyrr sæð, at tú missir eitt krav vegna passivitet, har mann veit, at debitor er í óndari trúgv, sigur hann.

 

Her sipar hann til, at Landsgrannskoðanin í øllum sínum frágreiðingum fyri fíggjarárini 2010 – 2014 hevði havt viðmerkingar um júst vantandi yvirtíðargjøldini hjá Almannaverkinum, uttan at nakar lat við seg koma. Landsgrannskoðanin helt tað vera ivasamt, um tað var í samsvari við avtaluna um arbeiðstíðarreglur, sum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag høvdu gjørt 17. desember 2007, at Almannaverkið ikki rindaði sínum starvsfólki yvirtíð.

 

 

 

Bæði fyrning og passivitetur

 

Christian Andreasen heldur grundleggjandi ikki, at fortreytirnar at tosa um fyrning og/ella passivitet yvirhøvur eru til staðar í hesum málinum. Tað heldur meirilutin í serliga gerðarrættinum tó og roknar fyrningarfreistina fimm ár aftur eftir frá tí degi, málið bleiv beint í serliga gerðarrættin. Tað var 27. februar 2020, og tískil verður tann parturin av kravinum, sum umfatar tíðina fyri 27. februar 2015 dømdur at vera fyrnaður.

 

Men ikki nóg mikið við tí, tí meirilutin í gerðarrættinum, Henrik Møller og Durita Tausen, gjørdi av, at báðir partar í felag høvdu ábyrgdina av, at Almannaverkið aftaná sáttmálasamráðingarnar í 2015 slapp at halda fram at løna sínum starvsfólkum við vanligari tímaløn, tá tey arbeiddu yvir. Tí síðan tá hevði Pedagogfelagið sambært teimum báðum vitað um málið uttan at gera nakað við tað og tískil verið passivt.

 

Hesin passiviteturin galt sambært meirilutanum í serliga gerðarrættinum, til Føroya Pedagogfelag 18. september 2018 vegna tey trý starvsfólkini gjørdi Almannaverkið vart við, at tey áttu yvirtíðargjøld til góðar.

 

– Eg haldi hetta vera ekstremt margháttligt. Kravið vaknar aftur, tá tað verður reist av Føroya Pedagogfelag. Men nú staðfestir gerðarrætturin passivitet. Altso kravið verður reist 18. september 2018, men gerðarrætturin statuerar passivitet fyri krøvini galdandi fyri 17. September og allan vegin aftureftir. Tá hongur hetta yvirhøvur ikki saman longur, sigur Christian Andreasen.

 

 

 

Kanska í rættin

 

Mál, sum verða løgd fyri gerðarrættin eftir tænastumannalógini, kunnu ikki skjótast inn fyri rættin, men Christian Andreasen heldur, at tað helst kortini er ein møguleiki fyri tí í hesum málinum.

 

– Ein gerðarrættur skal jú taka sær av tulkingarspurningum í sambandi við sáttmálar, í hesum førinum er tað so tænastumannalógin og tær avtalurnar, sum hanga uppi í, sum er sáttmálin. Men tá tú so fert at tosa um próvgrundir sum fyrning og passivitet, so er tú farin út um tað, sum hoyrir undir tulking. Tí ber kanska til at royna tann spurningin við dómstólarnar. Tað er ein tung prosess at fara undir, men eg havi so nevnt tann møguleikan fyri Føroya Pedagofelag, sigur hann.

 

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, sigur, at nevndin ikki enn hevur viðgjørt spurningin, hvørt tey skulu royna at fáa rættarskipanina at taka støðu í spurninginum um fyrning og passivitet.