Útigudstænasta á Argjum í morgin

Nógv virksemi er á AB vøllinum á Argjum í dag. Og í morgin verður útigudstænasta

AB skipar í dag fyri ymsum tiltøkum á AB vøllinum á Argjum í dag, og í morgin, sunnudagin klokkan 11.00 skipar Argja kirkja fyri útigudstænastu á AB-vøllinum fyri øll.

Hetta er aðru ferð, at Argja kirkja heldur gudstænastu á vøllinum á Argjum. Seinast var jólaaftan 2021. Nú er summar og høvi hjá Argja kirkju at fara undir tað vanliga virksemi á henda hátt. 

Undir gudstænastuni framførir kvinnubólkurin Tabitha, og aftaná verður kirkjukaffi og okkurt søtt og sunkist til børnini.

– Veri øll vælkomin, heilsar Argja kirkja

Trýstið á pílin á myndini niðanfyri og hoyri Berg Debes Joensen, prest, greiða frá.

##med2##