Útihýsa nógvum fólkum við skerdum førleikum

Nú er uppskot lagt fyri Løgtingið um at syrgja fyri, at øll fáa atgongd til heimasíður hjá tí almenna

Nú er uppskot lagt fyri Løgtingið um at tryggja, at eisini øll tey, sum hava skerdar førleikar, kunnu fáa somu atgongd til almennar heimasíður og appir. Tað eru løgtingsfólk fyri Tjóðveldi, sum hava lagt uppskotið fram

 

Tað merkir, at tey biðja Løgtingið samtykkja, at allar almennar heimasíður, og allar almennar appir skulu lúka ávís krøv, so at øll fáa brúkt tað. Her verður hugsað um øll tey, sum eru orðblind, ella sum ikki fáa lisið ella skrivað. Her verður eisini hugsað um deyv, blind og rørslutarnað og annars um øll tey, sum upp á ein ella annan máta, hava skerdar arbeiðførleikar av ymsum slagi og sum ger, at tey ikki fáa samskift líka væl á internetinum, sum hini.

 

Tey siga, at ES hevur slíkar treytir og teirra fyriskipan er eitt dømi um, hvussu slíkt kann gerast. Tað er avgerandi, at eisini tey við skerdum førleikum av ymsum slagi kunnu brúka allar talgildar tænastur hjá tí almenna, bæði á teldu, á teldli og á fartelefon, siga tey í Tjóðveldi. Tey vísa á, at ein alsamt veksandi partur av samskiftinum ímillum borgarar og tað almenna, gongur fyri seg á netinum og við skipanini, sum eitur Talgildu Føroyar, tóku vit enn eitt fet ímóti tí fullkomiliga talgilda samfelagnum.

 

– Tá ið talan er um almennar heimasíður, er talan um týdningarmikla kunning, sum ofta kann vera avgerandi fyri, at fólk kunnu vera við í í samfelagnum. Nú er støðan tann, at so hvørt, sum samfelagið gerst fult talgilt, og tengt at netsamskifti, detta hópin av borgarum niðurímillum, verða heimasíður og fartelefontænastur ikki gjørdar betur atkomuligar.

 

– Í dag er støðan tann, at sera nógvir borgarar hava ikki sama møguleika at ta kunning og tær tænastur, sum tað almenna hevur á internetinum.

 

Tí eigur tekstur at verða settur á myndir, so fólk, ið eru sjónveik, kunnu fáa lisið upp, at mynd er á síðuni, og hvat, ið er á myndini. Eitt annað dømi er, at til skal bera at flyta seg runt á síðuni uttan mús, ella peikipinn, soleiðis, at fólk ið ikki kunnu brúka hesi amboð, kortini fáa navigerað á síðuni. Tað skal vera lætt at skifta til stóra skriftstødd. Sjónfílur skulu tekstast soleiðis, at deyv og hoyritarnað kunnu lesa tekstin. Tað eigur eisini at bera til at fáa tekstin lisnan upp.

 

– Hetta hevði gjørt fólk meira sjálvhjálpin og tað hevði eisini lætt um hjá tí almenna, tí so kunnu fólk, størri mun enn nú, avgreiða síni viðurskifti á netinum. Tey í Tjóðveldi siga, at tað sama eigur eisini at verða galdandi fyri alt undirvísingartilfar.