Útlendingar skulu útihýsast í føroysku fiskivinnuni

Og alivinnan og uppsjóvarvinnan skal rinda meiri til felagskassan

Roynt verður eisini at fáa útlendsku eigararnar út burtur fyrr enn ætlað. Tað skal ikki longur bera til hjá útlendingum at seta pening í føroysku fiskivinnuna. Tað er ein partur av politikkin hjá nýggju samgonguna.

 

Annars eru reglur fyri, at útlendskir pengar skulu vera úr fiskivinnuni í 2032, men kannað verður nú, um tað kann gerast fyrr. Men undir øllum umstøðum verður tað nú so, at útlendingar kunnu ikki seta pening í nýtt virksemi. Sum støðan er, kunnu útlendingar eiga 25 prosent av fiskivinnuni, men nú sleppur útlendskir eigarar ikki longur upp í

 

Ætlanin er eisini at fiskivinnan og alivinnan skal rinda eitt hægri tilfeingisgjald.

 

Samgongan sigur at fiskivinnan og alivinnan skulu ikki skattast øðrvísi enn aðrar vinnur. Men tey hava eina framíhjárætt at gagnnýta okkara fiskiríkidømi og okkara firðir. Og framíhjárættin at gagnnýta fólksins ogn, eiga tey at rinda eitt rímiligt gjald fyri, serliga alivinnan og uppsjóvarflotin.

 

Afturfyri kann skatturin hjá vanliga løntakaranum lækkast – og tað fer eisini at bøta um kappingarførið hjá vinnuni.

 

Men tað er ikki ein skrúva sum kann skrúvast alt eftir, hvat landskassin hevur brúk fyri, tí tað skal leggjast í eina fasta legu, sum skal umvegis ein búskapargrunn við tí endamálið at javna sveiggini í búskapinum.

 

Men talan er ikki um at knokkroyta vinnuna, tí viðhvørt, tá ið prísurin er góður, er gjaldið høgt og tá ið prísirnir eru verri, er gjaldið lítið, og viðhvørt verður einki gjald.

 

Men samgongan hevur ikki sett krónutal á, hvussu stór gjøldini skulu vera.

 

Tað, sum samgongan sigur, er heilt ítøkiliga, er: 

 

Ein munandi, men rıḿiligur partur av tı́ serstaka vinninginum - tilfeingisrentuni - sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið.

 

Hetta skal vera við til at tryggja bú skapin, lækka lønarskattin og javnseta kappingartreytirnar hjá allari vinnuni. Búskarpargrunnurin verður amboðið til at javna sveiggini í inntøkum frá tilfeingisvinnum og búskapinum sum heild.

 

Tilfeingisgjøldini hjá uppsjóvarvinnuni og flotanum ı́ Barentshavinum verða endurskoðað.

 

Sama verður tøkugjaldið, sum alivinnan rindar fyri brúksrættin til firðirnar, og kommunurnar fáa lut ı́ hesum gjaldi.

 

Tilfeingisgjøldini verða sett við atliti at inntøku og framleiðslukostnaði hjá vinnuni.