Tað sigur hann í svari til ein grein 52a fyrispruning frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum hevur spurt landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, um
prísskipanina á Bygdaleiðum. Løgtingsmaðurin spurdi soleiðis:
1. Hvør er grundgevingin fyri, at prísir hjá Bygdaleiðum eru ymiskir, hóast vegalongdirnar eru tær somu?
2. Metir landsstýrismaðurin, at tílíkir prísmunir kunnu elva til minni nýtslu av Bygdaleiðum?
3. Eru ætlanir um at endurskoða og broyta prísskipanina við atliti at møguligum ójavnum?
4. Eru ætlanir um at skilja ímillum útlendingar og fastbúgvandi føroyingar, tá tað kemur til prísir við bygdaleiðum?
Í svarinum til fyrsta spurningin sigur landsstýrismaðurin, at verandi prísskipan á Bygdaleiðum bleiv tillagað í 2012-13 í sambandi við, at nýggj ferðaseðlatøkni bleiv sett í bussarnar. Farið varð frá at avroknað prísir eftir, hvussu langt brúkarin koyrdi og yvir til fastar príssonur, sum tá var ein fortreyt fyri at nýta nýggju tøknina.
– Nú nýggir undirsjóvartunlar eru lagdir afturat, og tunnilsgjøldini samstundis eru nógv broytt seinastu árini, verður arbeitt við at endurskoða prísskipanina á Bygdaleiðum.
Strandferðslan hevur seinasta árið fyrireika dagføringar av ferðaseðlatøknini í bussunum, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður.
Hann sigur, at dagføringin fer í gongd um ein mánað, og fer hon væntandi at taka samanlagt eitt ár. Samstundis hevur verið arbeitt við at dagføra prísbygnaðin á Bygdaleiðum, sum væntandi verður tillagaður, tá ið busskoyringin er boðin út aftur og nýggir busssáttmálar taka við í 2027, sigur hann.
Í svarinum til spurinng 2 sigur landsstýrismaðurin, at tað ikki er so einfalt at meta um ávirkanina av einum ávísum prísi á nýtslumynstrið.
– Strandferðslan ætlar tí bæði í og aftaná útbjóðingartilgongdina at taka júst hendan partin við í samlaðu endurskoðanina við tí endamáli at áseta ein so rættvísan prís sum gjørligt fyri øll øki í Føroyum. Samanborið við hini norðurlondini eru prísirnir á almennari ferðslu í Føroyum lágir, sigur hann.
– Í apríl 2025 blivu allir prísir á Bygdaleiðum hækkaðir við 5 krónum, og hetta var fyrsta prísbroytingin á Bygdaleiðum í næstan 20 ár. Hjá teimum, sum ferðast dagliga ella javnan við Bygdaleiðum og t.d. nýta mánaðarkort, ber til at fáa stóran avsláttur av vanliga ferðaseðlaprísinum. Ferðast tú t.d. 10-20 ferðir millum Vágar og Tórshavn við mánaðarkorti ber til at spara millum 50-75% av ferðaseðlaprísinum, sigur hann.
Til triðja spurningin svarar landsstýrismaðurin, at tað er ætlanin at endurskoða og greina verandi ferðaseðlaprísir í sambandi við komandi útbjóðing av Bygdaleiðum. Ein nýggj planleggingarskipan, har allar ferðaætlanir eru á, eisini tær hjá Oyggjaleiðum, er í ferð við at verða tikin í nýtslu. Hendan skipanin skal eisini brúkast til at endurskoða allar farleiðir hjá Strandferðsluni.
– Ætlanin hjá Strandferðsluni er, at tað við hesum verður lættari at gera broytingar og tillagingar í ferðaætlanunum hjá Bygdaleiðum, sigur Jóhan Christiansen.
Til síðsta spurningin sigur landsstýrismaðurin, at eins og tað verður gjørt á Oyggjaleiðum, er ætlanin eisini at skilja ímillum búsitandi og onnur á Bygdaleiðum, so at tey, sum ikki eru búsitandi, rinda meira enn búsitandi.
– Fyri at hetta skal kunna lata seg gera, er neyðugt at dagføra tólini, sum verða brúkt til at avgreiða ferðaseðlasøluna við og skipa søluna av ferðaseðlum á ein hátt, sum ger tað møguligt at skilja ímillum ferðafólk.
– Nýggja skipanin skal vera løtt hjá ferðafólkum og starvsfólkum at brúka. Ætlanin er ikki at skilja ímillum búsitandi og ikki búsitandi, tá ið ferðafólkini fara inn í bussin, t.d við einum samleika- ella borgarakorti. Miðast skal eftir, at hesi viðurskifti eru avgreidd, áðrenn ferðafólkini fara inn í bussin. Skipanin skal ikki útihýsa ferðafólk, sum av onkrari orsøk ikki hava møguleika fyri at verða avgreidd talgilt, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svarinum til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.