Útlendskur áleypari aftur til B68

B68 hevur styrkt sær um álopspartin við gomlum kenningi

Alt bendir á, at Ibrahima Camara verður at síggja í B68 í seinnu hálvu. Hann hevur fyrr spælt við B68, og spældi í fjør við 07 Vestur. Sum skilst, so kom framherjin til landið í gjár og skal spæla við B68 í seinnu hálvu.

 

Tó verður hann ikki við, tá B68 fríggjadagin skal spæla móti AB á Argjum. Ein dystur, sum kann fáa stóran týdning fyri hvør av AB og B68 yvirlivur í bestu deildini.

 

Ibrahima Camara spældi í B68 frá 2010 til 2012, men spældi bara samanlagt 31 dystir felagið. Serliga skaðar argaðu áleyparan. Í fjør spældi hann tó 28 dystir fyri besta liðið hjá 07 Vestur.

 

Tað ljóðar somuleiðis at Oddur Højgaard, André Olsen og Niklas Joensen verða at síggja í hópinum aftur. Harumframt er Remi Langgaard komin inn tveir teir seinastu dystirnar.

 

B68 liggur undir niðurflytingarstrikuni við níggju stigum, meðan AB hevur 10 stig.